Haruvísan 1995

Lag: Sigmunds kvæði yngra

Yrkt til eina ársveitslu hjá Dansistovugamni

 

Við fjørðin har búgva høvdingar tveir,

Richard og Sigmundur eita teir.

 

Her er eingin, teir saman torir nevna,

óðir ríða harumenn til sína stevnu,

teir ynsktu allir harufong,

her er eingin, ið harurnar kann nevna.

 

Harumenn teir halda fund,

fjøllini reika teir skulu runt.

 

Fjøllini reika teir skulu runt,

men fyrst teir mugu á grannafund.

 

Møtast teir allir á fundi har,

Richard á Hváli møttur var.

 

Eingin vardi, hann kom har til,

einki gekk til sum Sigmund’ vil.

 

Richard á Hváli trínur fram,

so nógvar pengar hevði hann.

 

So nógvar pengar hevði hann,

eingin so nógv kundi mana fram.

 

Eingin har kundi taka hann,

øði í Sigmundarmenn tá spann.

 

Jallurin sigur við nógvari ferð,

hann skal sendast í aðra verð.

 

Lat okum gera honum bart,

Sigmundar andlit tað lýsir bjart.

 

Sigmundar andlit tað lýsir bjart,

út skal Richardur við ein fart.

 

Richardur fór av fundi nú,

fleiri hagar hann hevði tú.

 

Hagar fleiri hann hevði tú,

men kanska hann sigur annað nú.

 

Nú má eg lætta orði av,

áðrenn eg beri fram síðsta stav.

 

Áðrenn eg beri fram síðsta stav,

fylgjur tað fyri Richard gav.

 

Í Dansistovu hittast fólk

at dansa runt um gólvið skjótt.

 

Dansa runt um gólvið skjótt,

dámar Richard’ og Sigmund’ gott.

 

Richardur ikki meira sæst,

vísa seg í dansifest.

 

Vísa seg í dansifest,

tí hann ræðist Sigmund mest.

 

Lat hetta verða læran best,

ikki at broyta harufest.

 

Lat hetta verða læran tann,

ikki at tirra harumann.

 

Her er eingin, teir saman torir nevna,

óðir ríða harumenn til sína stevnu,

teir ynsktu allir harufong,

her er eingin, ið harurnar kann nevna.

 

Martin S. Eidesgaard