Klappjaktin 120 ár

Eftir áheitan frá Bergi Stórhamar um at kanna nøkur viðurskifti um upprunan til klappjaktina í Trongisvági, skal je nú leggja fram, tað sum higartil kann verða sagt. Bergur hevur víst mær fyrstu kendu gerðarbók hjá Grannastevnuni í Trongisvági. Takk Bergur fyri uppgávu og álit. Men fyrst: Klappjaktin er 120. Tillukku skjúttarar, núverandi og fyrrverandi, klapparar, fyriskiparar av klappjaktini, fyriskiparar av heimasíðuni og øll avvarðandi.

Klappjakt er eitt gamalt veiðislag og ritual, ein leivd úr útlondum t.d. Danmarkar søgu, sum gongur heilt aftur til veiðimanna- og savnarasamfelagið í forntíðini. Og hóast broyttur, hevur siðurin livað   uttan íhald fram til nútíðina. Loyvt er nú í t.d. Danmark at skjóta villdýr (fasanar, rýpur, snípur, villdunnur, harur o.sfr.) Hesin møguleiki verður nógv nýttur av dønum. Har eru tað oftast familjur, sum hvør sær fyriskipa klappjaktina. Soleiðis hevur tað verið í mannaminni. Men í gamla bóndasamfelagnum ella fevdalsamfelagnum vóru tað bara tey, sum áttu stórar garðar, sum høvdu loyvi at vera við í klappjaktini. Har varð klappað fyri at fáa djórini út úr holum og øðrum goymistøðum. Seinni og nú verða hundar við klokku um hálsin brúktir í staðin fyri klapparar.

Fyrsta, okur vita um haru og haruveiðu í Føroyum, er í brævi frá H.C. Muller í Havn til plantufrøðingin Trevelyan í Skotlandi í 1860. Í hesum brævi verður sagt, at “harur vóru sleptar her úr Noregi fyri uml. 5 árum síðani. Haruveiða er ein rættiligur sportur her í Føroyum. Dámligur og góður sportur um veturin, tá mesti fuglurin er farin av landinum”. Hinvegin skrivar Muller, at hann hevur tvær reisur roynt at slept rýpum í Føroyum úr Íslandi, men at hetta hevur miseydnast. Í brævi 3. nov. 1864 skrivar Muller til skotan, at “í 1854 ella 1855 vórðu tvey pør av harum slept í Streymoynna úr Noregi og hesar harur nørast so skjótt, at tær eru vorðnar túsundar í tali og hóast ein maður skjýtur 20 harur á fjøllunum, kunnu tær ikki verða týndar”.

Her er helst talan um haruveiðu hjá einstaklingi ella í smærri bólkum.

Haran er óivað slept í Suðuroynna uml. 1860.

Grannastevna var hildin í Trongisvági tann 17. februar 1892. Har var einmælt samtykt, at

1)      Harejagten i bygden bortsælges årlig ved grandestævne til højstbydende i to dele a) Norden Storaa, b) Sønden Storaa paa nedennævnte betingelser

2)      Den jagtberettigede har adgang til jagt i 16 dage i stykket a og 8 dage i stykket b

3)      Den jagtberettigede kan overdrage sin ret til andre

4)      Kun ejere eller brugere have adgang til jagten

5)      Samme dag forinden jagten begynder, skal Jægeren melde sig hos tilsynsmanden (Poul Johannes Lindberg í Syðratoftum var valdur eftirlitsmaður)

P.J. Lindberg undirskrivar viðtøkuna.

Áhugavert er, at teir 16 dagarnir, ið eru nevndir í samtyktini frá 1892 at galda fyri hagarnar norðan Stórá samsvarar við talið á skjúttarum, sum síðan tá hevur verið galdandi og er tað enn í dag. Ein skjúttari fyri mørkina. Seinni er hagin hjá Eliesari (Tvørhagi, Innasti partur) komin aftrat og givið 17. mannin.

Tí kunnu okur nú hátíðarhalda, at klappjaktin norðan Stórá er 120 ár. Bergur hevur funnið út av hesum her. Okur klappa fyri honum!!!

Hesir eigarar og festarar gjørdu samtyktina:

Johan Andr. Nolsøe  4 gyllin (gl) l.0 skinn(sk).; Th. Johan Thomassen 1mørk (mk) 5 gl.; Dánjal Jacob Abrahamsen 1mk. 8 gl.; Poul Johs. Lindberg umboðandi seg sjálvan og Gullak Petersen f. í Fámjin 1mk. 5 gl. 6 sk. Dánjal Petur Magnussen 9 ella 1gl. 15 sk, J.H. Chr. Strøm 2gl, Jóan Pauli Thorsteinsson 6.gl., Niels Juel Mortensen 12 gl., Petur Juel Thorsteinsson 7 gl.10 sk., Johs. Mortensen vegna móðir sína Jens Chr. Mortensen´s einkju 10 gl.(haldi hon æt Viktoria av Brúgv), M. Mortensen vegna J.P. Mortensen 8 gl. 10 sk., Danjal Jensen vegna J.F. Jensen 6 gl. 5 sk, Poul Poulsen 15 gl. 10 sk.; N.P. Danielsen 1 mk.3 gl.10 sk., Andreas J.R. Nolsøe 1 mk. 11 gl. 5 sk., D.J. Mortensen vegna faðirin D.J. Mortensen 2 mk.13 sk, og Petur Bech 4 gl.

Nevndu 17 luttakararnir á grannastevnuni samtyktu einmælt at loyva haruskjóting sunnan Stórá (8 merkur) og norðan Stórá (16 merkur).

Grannastevnuluttakararnir verða nevndir í politiprotokollini hjá sýslumanninum fyri Suðuroynna. Her verða teir nevndir saman við tí, teir eiga ella ráða yvir.

Meðan Niels Juel Mortensen keypti veiðirættindini norðan Stórá fyri 10 kr.25 oyru, keypti Jóan Pauli Thorsteinsson veiðirættindini sunnan Stórá fyri 7 kr. 25 oyri. Fyrsta árið.

Kanska vóru teir, sum samtyktu haruveiðina, teir somu, sum byrjaðu sjálva klappjaktina. So við og við, sum árini ganga blívur tað sosialt sæð meinigi maðurin, sum stendur fyri at keypa veiðurættindini.

Stuttligt er at ímynda sær, hvussu harumenninir sóu út, tá klappjaktin var fyrstu ferð. Mundu teir vera fínir ella….Tað er óvist – enn.

Haruskjóting var eisini einmælt samtykt á grannastevnu í Froðba í februar 1892. Men ikki í innara parti av Tvørhaga. Í viðtøkunum í Froðba stóð umframt at skjúttin skuldi boða eftirlitsmanninum frá, at “den, der vil jage, er pligtig til at medtage en af bygdens Søjdemænd”. P. Mortensen á Tvøroyri, helst er tað Petur keypmaðurin, var fyrstur at keypa veiðirættindini í Froðba.

Haruskjóting er frammi á grannastevnu í Fámjin og í Vági í februar í 1893. Meðan haruveiða varð samtykt í Vági, men bara við teprum meiriluta, varð hon als ikki loyvd í Fámjin. Har høvdu eisini seyðamenn skyldu at ansa eftir, at hundarnir tóku ikki harur.

Okur vita bara um klappjakt norðan fyri Stórá í Trongisvági.

Síðan 1957 selja hagarnir í Trongisvági veiðirættindini hvør ser.

Nú, okur eru í gerðabókini hjá grannastevnunum, kundi verið freistandi at tikið okkurt fram um onnur mál enn harur, t.d. geitarhald, gásarhald, tarvahald, beitisrætt, feitilendisrætt, fiskirætt ella um at oyða ravn osfr. Hetta verður eina aðru ferð. Eisini verður fótbóltsvøllur við Stórá nevndur. Ikki hesin stásiligi, sum nú er. Men tann 16. februar 1914 varð einmælt samtykt at leiga Trongisvágs Bóltfelag – TGB – eitt 110 x 70 metrar stykki í Húsgarðshaga “henliggende ved Stórá” til fótbóltsvøll í 25 ár fram fyri 5 krónur um árið. Hagaeigararnir lótu tríggjar álitismenn gera av, hvar vøllurin skuldi verða. Hetta hevur helst ikki verið lett tá. Helst, sum neyðloysn, hava teir lagt vøllin hjá TGB niðri á Sandinum, sum er vetrarbit í Driddalshaga. So kunnu okur siga, at vøllurin hjá TB er nú, um ikki júst á sama staði, so á leið har, sum heimavøllurin hjá TGB skuldi havt ligið síðan 1914. Sig so tað.

Men hví kom klappjaktin til Trongisvágs og hevur verið varðveidd Norðan Stórá til nú? Hagarnir har eru fleiri, størri og lutfalsliga flatari enn t.d. sunnan Stórá og tískil hóskiligari til klappjakt. Teir, sum samtyktu haruveiðina í 1892, verða nevndir í gerðabókini saman við tí, teir áttu. Hetta var vanligt tá í tíðini. Styrkislutfall var millum ogn og atkvøðubýti eins og í partafeløgum nú. Ognarviðurskiftini koma á heimasíðuna hjá Klappjaktini seinni.

Hyggja okur eitt sindur nærri at ognarviðurskiftunum, sest, at næstan øll jørðin í Trongisvági er óðalsjørð. Sum okur vita, arvast óðalsjørðin sundur. Tey flestu í Trongisvági áttu rættiliga lítið hvør sær, ja heldur minni enn aðrastaðni. Hetta kann hava givið teimum kensluna av at vera líkasum ein familja, sum bara, stendur hon saman í felagsskapi, kann gagna hvørjum einstøkum. Okur kenna øll orðatakið “Maður er mans gaman”. Hetta merkir, at ongin er nakað í ser sjálvum, men bara saman við øðrum. Tá fáa okur betri gagn av hvørjum øðrum.

Út frá hesum hava lendisviðurskiftini og felagsskapskenslan skapt klappjaktina í Trongisvági.

Í øðrum lagi kunnu okur spyrja, hví júst í 1892 og ikki fyrr ella seinni? Eitt boð kann vera, at hetta er júst tað mundið, tá vinnulívið á Tvøroyri blómar aftur eftir hóttafall nøkur ár frammundan. Hóttafall, sum hevði verið í fiskivinnuni sum heild í nøkur ár. Brøðurnir Niels Juel og Petur Mortensen vóru slóðbrótarar fyri vinnuligum virksemi á Tvøroyri. Teir vóru eisini teir fyrstu, sum keyptu haruveiðurættindini ávikavist norðan fyri Stórá í Trongisvági og í Froðba í 1892. Helst hevur umrødda útlendska klappjaktin, givið monnum íblástur. Teir vóru óivað kunnaðir um útlendsku klappjaktina.

Samanhangur er millum blómandi vinnuligt virksemi og sosialan og mentanarligan trivnað. Harafturat man kappingarløtan (spenningurin um úrslitið og haruballið) vera hjartatátturin í Klappjaktini.

Tað er helst ikki av tilvild, at klappjaktin og TB eru stovnað mest sum samstundis – á vári 1892. Júst nevndi orsakarsamanhangurin er tann sami, hóast stovnararnir eru ikki teir somu.

Eitt motto kundi verið, at Klappjaktin hevur lert okum

at semjast og halda trúliga saman,

tí livst leingi við gaman.

 

Í virðing fyri og í takksemi til framskygdu stigtakararnar, og teimum, sum høvdu við klappjaktina at gera, sum nú eru farin, avvarðandi og tykum, sum gera eitt stórt arbeiði fyri klappjaktini, skipanarliga, hagtalsliga og tekniskt, Solveig, sum í mong ár hevur hýst klappjaktini eftir loknan harudag, og at tað í dag hóskandi er reist vøkur standmynd uppi í Syðrutoftum við hjá Demmusi og Poul Jóhannesi, ímyndandi klappjaktina, har hon altíð hevur verið begynt og endað. Og tykum, sum skipa fyri 120 ára veitsluni – haldi je, at okur skulu reisa okum upp og rópa eitt trífalt hurrá fyri Klappjaktini í Trongisvági.

 

Keldur:

Gerðabókin hjá grannastevnuni í Froðbiar Sókn 1889 – 1893.

Politiprotokol for suderø syssel 1889-1894. Føroya Landsskjalasavn.

 

Jens Pauli A. Nolsøe