Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klappjakt.com/public_html/wp-content/plugins/essential-grid/includes/item-skin.class.php on line 1145

Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klappjakt.com/public_html/wp-content/plugins/revslider/includes/operations.class.php on line 2364
Samandráttur av klappjaktini 2015 – Klappjaktin í Trongisvági

Samandráttur av klappjaktini 2015

Veðrið var gott, eitt lot av útsynningi. Bergur boðaði frá dagin áðrenn jaktina, at hann lat dagin frá sær og ynskti at Tórur Mortensen fekk dagin. So hesaferð var fyrstu ferð, at Tórur skeyt sum fastur skjútti. Hanus gav avboð vegna ringt knæ, og í hansara stað skeyt beiggin Petur. Dion, ið ikki hevði møguleika at verða við frá byrjan, boðaði frá hann lat byrsuna til Petur Joensen og ætlaði sær so við sjálvur frá Bøkkinum og víðari.

Fyrsta skot hoyrdist kl.0723.

Syðratoftir-Frostgjógv: Kristian 2, Birgir 2, Dion 2, Páll 1, Mikkjal 1 og Tórur 1. tils. 9

Formaðurin syrgdi fyri tí vanliga lutakastinum við seðlum í eini húgvu, og úrslitið gjørdist, at Niels Gunnar trekti nr. 1, og Páll trekti nr. 17. Tó býttu Jens Rói, sum trekti nr. 2, um við Niels Gunnar, so at Jens Rói gekk sum nr. 1 og Niels Gunnar nr. 2 vestureftir. Umleið kl.0915 fóru allir avstað og settu kós móti Bøkkinum. Tað var ikki nógv av haru at síggja, og skotini vóru heldur ikki nógv.

Tá menn samlaðust við Bøkkin vóru 5 harur skotnar síðan Frostgjógv, og eru tað fáar. Hesar 5 harurnar fingu:

Frostgjógv-Bøkkurin: Jens Rói 1, Niels Gunnar 1, Einar 1, Ragnar 1 og Mikkjal 1. tils. 5

Eftir matarsteðgin við Bøkkin fór so fylgið við 51 monnum víðari vestureftir, við kós móti Nakkinum. Heldur ikki á hesum teininum vóru nógvar harur at síggja, og tá allir møttust í Skarðinum vóru bert 16 harur skotnar síðan Bøkkin:

Bøkkurin-Skarði: Einar 3, Magni 3, Birgir 2, Jens Rói 2, Páll 2, Signar 1, Mikkjal 1, Andras 1 og Niels Gunnar 1. tils 16

Sosatt var úrsliti, tá dagurin var hálvrunnin einans 30 harur:

Dagur hálvrunnin: Einar 4, Birgir 4, Jens Rói 3, Magni 3, Mikkjal 3, Páll 3, Niels Gunnar 2, Kristian 2, Dion 2, Ragnar 1, Signar 1, Andras 1, Hallur 0, Rasmus 0, Vagnur 0, Tórur 0 og Petur 0. tils. 30 

 

Tá menn aftur samlaðust í garaguni hjá Solveig kl.17, gjørdist greitt, at Einar gjørdist harukongur 2015 við 10 harum, Birgir nr. tvey við 8 harum og Mikkjal nr. trý við 7 harum. Samanlagt bleiv tað til 70 harur í 2016.

Sum vanligt var suppa umframt øl og sterkari løgur bjóða luttakarum og gestum. Suppuna hesaferð tóku Doris og Solveig sær av.

Hendan løtan í garaguni hjá Solveig verður av mongum mett at verða ein tann besta í øllum árinum, og teir seinastu sótu líka til kl.24, áðrenn leiðin gekk til hús.

 

Skeivir vinklar:

Av 6 harum Magni fekk skeyt Benjamin 2, umframt at teir fangaðu arðar 2.

Viberg fangaði eina hjá Jens Róa.

Av teimum 3 Hallur fekk, skeyt hann onga sjálvur. Kim skeyt eina, fangaðu eina og funnu eina.

Haruna Vagnur fekk skeyt klapparin/bróðurin Páll Heri.

Petur, klapparin hjá Einar, skeyt báðar harurnar Dion fekk. Vegna arbeiðsørindir kom Dion fyrst uppí jaktina kl.09, tá hann gekk niðan á Bøkkin. Frá byrjan og til Dion kom uppí, hevði Petur byrsuna.

Av teimum 4 Rasmus fekk, skeyt Bárður tær 2.

Einar skyldaði uppá, at vestarnar eru for sjónligir og harurnar fingu fyrimun av hesum.

Magni, fór úr orangju húgvuni, og legði seg fram eftir rommum tá hann skeyt ein haru á Mýrunum.

 

Ballið bleiv eins og undanfarin ár hildið í Nadoddaneystinum. Kristian Olsen var afturvaldur sum trubadurur og 2 nýggir harusangir sóðu dagsins ljós. Steyp og medaljur blivu handaðar og ballið eydnaðist sera væl.

JRS