Haruballið

Nevnir ein klappjaktina, so má man eisini nevna haruballið. Haruballið er av mongun roknað, sum ársina veisla, og er víðakend fyri at vera sera skemtilig, og ikki minst hugnalig. Flest allir sum hava tilknyti til jaktina, gleða seg líka nógv til haruballið sum til sjálva klappjaktina. Luttakaratalið á ballinum plagar at liggja um eini 35-40 mans.

Haruballið verur altíð hildi fyrsta leygarkvøld, eftir at klappjaktin hevur verið. Tó hevur ballið, av ymsum orsøkum, viðhvørt verið hildi fríggjakvøld.

Skjúttarnir hava smyrjibreyð og drekkivørur við, og teir bjóða klappararnum burturav hesum. Ein kann siga, at skjúttarnir á henda hátt, takka klapparunum fyri, at teir hava brúkt ein heila dag í fjøllunum, at bera harur fyri teir.

Onkuntíð er blivið borðreitt við stoktari lokalskotnari haru, og hevur hetta eydnaðst stak væl. Hóast tað krevur nógv forarbeiði, at steika haru til so nógvar mans, verdur hetta vónandi endurtikið í framtíðini.

Á ballinum plagar formaðurin at siga nøkur orð, og samstundis kjósa ársins harukong, tvs. tann skjúttan ið fekk flestar harur. Harukongurin fær steyp og medalju til ognar, meðan klapparin hjá honum fær medalju. Eisini fáa skjúttarnir sum fingu næst- og triðflestar harur, steyp og medalju til ognar.

Harukogurin fær eisini eitt ferðasteyp í varðveislu í eitt ár.

Hartil plaga at vera nøkur skemtilig innsløg, so sum spurnarkappingar, og heimagjørdir harusangir, umframt allir teir vanligu føroysku veitlusangirnir.

Seinnu árini er haruballið fleiri ferðir hildið í hugnaliga Naddoddanestinum, sum hóskar sera væl til slíkar veitslur.

Yvirlit aftur til 1980 yvir hvar ballini hava verið hildin:

ár stað / dato
1980 Hotel Tvøroyri
1981 Hotel Tvøroyri 5/11
1982 Gistingarhúsinum í Øravík 6/12
1983 Gistingarhúsinum í Øravík 11/11
1984 hjá Rólant Sørensen 3/11
1985 kjallarinum í Ítróttarhøllini 21/11
1986 Oldurdalinum 21/11
1987 Grøna skúla 13/11
1988 Grøna skúla 18/11
1989 Grøna skúla 10/11
1990 avlýst vegna óhapp
1991 Grøna skúla
1992 Oldurdalinum 18/12
1993 hjá Sverra Nilssen
1994 Grøna skúla
1995 Pensionistahølunum 5/11
1996 Handverkarafelagnum 14/12
1997 Handverkarafelagnum 8/11
1998 Handverkarafelagnum 21/11
1999 Grøna skúla
2000 Handverkarafelagnum 4/11
2001 Handverkarafelagnum 17/11
2002 Ólastovu 9/11
2003 Meistarafelagnum
2004 Handverkarafelagnum 12/11
2005 Naddoddaneystinum 4/11
2006 Grøna skúla 11/11
2007 Fylking 10/11
2008 Naddoddaneystinum 8/11
2009 Naddoddaneystinum
2010 Naddoddaneystinum 6/11
2011 Handverkarafelagnum 12/11
2012 Skúlahøllini í TG 10/11
2013 Naddoddaneystinum 9/11
2014 Naddoddaneystinum 8/11
2015 Naddoddaneystinum 7/11
2016 Naddoddaneystinum 5/11
2017 Handverkarafelagnum 11/11
2018 Handverkarafelagnum 9/11
2019 Nadoddaneystinum 9/11
2020 Avlýst vegna korona
2021 Ólastovu 20/11
2022 Nadoddaneystinum 19/11