Harusteypini og stuðlar

Haruferðasteypini í nýggjari tíð eru 5 í tali:

Byrjunarár 1951 & gevari: Gunnar “í Puntabyrgi” Petersen
Treyir fyri at vinna steypið til ognar: antin blíva harukongur 3 ár á rað ella 5 ferðir samanlagt
Vinnari: Bjarni Brattalíð í 1973

Byrjunarár 1974 & gevari: Heri Nolsøe
Treyir fyri at vinna steypið til ognar: antin blíva harukongur 3 ár á rað ella 5 ferðir samanlagt
Vinnari: Sigmund Nolsøe í 1998, eftir at vera blivin kosin harukongur fyri 5 ferð síðan 1974

Byrjunarár 1999 & gevari: Pethur Petersen
Treyir fyri at vinna steypið til ognar: oftast harukongur í næstu 10 árini
Vinnari: Kristian Stórhamar í 2008, eftir at vera blivin kosin harukongur 3 ferðir síðan 1999

Byrjunarár 2009 & gevari: Bergur Stórhamar 
Treyir fyri at vinna steypið til ognar: oftast harukongur í næstu 12 árini
Vinnari: Einar Petersen í 2020, eftir at vera blivin kostin harukongur 4 ferðir síðan 2009

Byrjunarár 2021 & gevari: Hallur í Heiðunum
Treyir fyri at vinna steypið til ognar: oftast harukongur næstu 10 árini ella 3 ár á rað (er javnt, telja tali av harum)
Vinnari: 

Steypastuðlar

Vanligt hevur verið gjøgnum árini at umframt ferðasteypið til harukongin, so verða eisini latin ognarsteyp og medaljurnar, til harukongin, nr. 2 og nr. 3, og teirra klapparar. Hesi ognarsteyp og medaljur eru latnar klappjaktini sum stuðul frá ymsum feløgum. Hetta er sjálvandi nakað, ið felagsskapurin er sera fegin fyri og takkar almikið øllum teimum, ið hava stuðla klappjaktini við steypum og medaljum:

  • 2002: Latið av Eldborg Fisk v/ Óli Johannesen
  • 2003: Latið av Fa. Finnbjørn Nielsen
  • 2004: Latið av Roest v/ Sven Roest
  • 2005: Latið av TMT v/ Signar Skaalum
  • 2006: Latið av ALVAL v/ Poul M. Dam
  • 2007: Latið av Suðuroya Sparikassi
  • 2008: Latið av TMT v/ Signar Skaalum
  • 2009: Latið av ALVAL v/ Poul M. Dam
  • 2010: Latið av Føroya Bjór
  • 2011: Latið av Suðringur v/ Marner Lisberg
  • 2012: Latið av KS Elektro v/ Kristian Stórhamar
  • 2013: Latið av Klappjaktini (av misgáðum stendur tó Roest gravera í)
  • 2014: Latið av BSR Timburarbeiði v/ Birgir S. Rasmussen
  • 2015: Latið av Hamar v/ Pól F. Joensen
  • 2016: Latið av KIRO Smíð v/ Kim Roest
  • 2017: Latið av JT Electric v/ Jón Tórur Holm
  • 2018: Latið av Richard B. Thomsen og søn
  • 2019: Latið av Bóndans stova v/Hallur í Heiðunum
  • 2020: Latið av SIMO v/ Signar M. Mortensen
  • 2021: Latið av JN Handverk v/ Jákup Norðberg