Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klappjakt.com/public_html/wp-content/plugins/essential-grid/includes/item-skin.class.php on line 1145

Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klappjakt.com/public_html/wp-content/plugins/revslider/includes/operations.class.php on line 2364
Serstakar hendingar – Klappjaktin í Trongisvági

Serstakar hendingar

2012 – Ein av skotnu harunum hetta ári, hevði eitt handikappa bakbein. Okkurt kundi bent á at haran møguliga var rakt av skoti ári fyrr men hevur yvirliva og beini er síðan vaksi saman aftur.

2009 – Hetta árið bleiv ein hara skotin, ið hevði ein stóran svull, á stødd við hønegg, á lærinum. Haran sá tó út til at vera heilt frísk, so torført er at meta um hvat hesin svullur var fyri nakað.

2004 – Undir jaktini hetta árið bleiv ein snjóugla sædd á flogið sunnanfyri Vatnsdal. Sambart faroenature.net var hetta bert triðu ferð síðan 1950 at snjóugla er sædd í Føroyum. Bjarni Nygaard tók nakrar myndir av ugluni, sum kunnu síggjast í myndasavninum frá jaktini 2004.

2001 – Edvard Muller úr Kvívík var so hjálpsamur at hann vegna klappjaktina fangaði 2 harur omanfyri Kvívík, sum síðan blivu fluttar suður til Trongisvágs og sleptar leysar á Mýrunum í Húasgarðshaga.