Fyri nøkrum árum síðan, varð tosað um at seta á stovn eitt byrsufelag á Tvøroyri. Navnið á felagnum skuldi verða Trongisvágs byrsufelag, og ætlanir vóru frammi, um at byrja við leirdúgvuskjóting á staðnum.
Eingin leirdúgvuskjóting hevði áður verið á staðnum, so menn vistu ikki rættliga hvussu eitt slíkt felag skuldi skipast. Við hesum í huga, gjørdi ein av hesum monnum av, at ringjast skuldi til eina kenda jagtforening í Danmark. Har skuldi hann spyrja, hvussu danir gjørdu.
Telefonnummarið til danska felagið varð skjótt funnið fram úr danska abonnementi hansara, Skyd Den Skide Skive, og spentur ringir føroyski byrsumaðurin so til Danmarkar.
Danin tekur telefonina og sigur hallo.
Føroyingurin svarar aftur á gøtudonskum, og byrjar at greiða frá, hvørji ørindi hansara eru.
Danin skilur ikki stórvegis, og spyrj tí, hvør tað eru sum spyr.
Føroyingurin, ið er tiltikið bráur á lindi, umsetir skjótt navnið á byrsufelagnum innantanna og svarar: Det er Trængisvågs Bøsseforening.
Danin man hava hugsa sítt, tá hann hoyrdi at tað var ein føroysk bøsseforening sum hann tosaði við, og tað gekk eisini bert eitt hálvt sekund so smekkaði hann hornið á.