Søga 6

Klappjaktin var nærum hálvrunnin, tá tveir av eldru skjúttunum L & H komu so mikið tætt framvið hvør ørðum, at teir fingu rópt sínamillum. L rópar síðani og spyr, fyri at fregnast um, hvussu jaktin higartil hevði hildnast. -”Hvussu gongur, nógvar hevur tú”?

H svarar beinavegin, heldur grummur á málinum – ”Okur hava onga, hvussu nógvar hevur tú”?

L, sum heldur onga hevði, ernaðist ikki sørt, nú tað vísti seg, at aðrir heldur onga høvdu fingið, og so svarar hann vælnøgdur -”Okur hava heldur onga”!

Tá smíltist H um alt fimmoyrað, og gjørdi eitt róp so hart, at tað hoyrdist um gøtur og geilar – ” Fanans komið tær aftur, títt reyvarhol”!

Uttan iva ikki illa meint, men suðuroyartos og klappjaktsskemt tá tað er best.

Aftur til nr. 5   Næsta søga