Tað var á einum haruballið í nýggjari tíð, og lagið var blivið heilt gott og skemtiligt.
Á skránni var spurnarkapping millum tvinni lið, mannað við klapparum. Annað liðið fær síðani spurningin: “Hvussu kallast vestara áin, ið rennur oman gjøgnum Riddalin”? Teir báðir á liðnum vistu ikki rætta svarið beinanvegin, og royndu so at fiska, um spurnarstjórin meinti við ánna, ið rennur oman gjøgnum Bláfoss. Spurnarstjórin svarar játtandi.
“Jamen so vita okur !!! Tað er Bláá”!
Hóast Bláá var eitt gott boð, so var tað sjálvandi ikki rætt, tí áin eitur jú Mýllá.
Ungu garparnir fingu tó ein nýggjan møguleika, at skora sær eitt stig við næsta spurninginum: “Hvussu eitur so eystara áin, ið rennur oman gjøgnum Riddalin”? Klappararnir vóru eisini í iva um navnið á eystaru ánni, og bóðu tí um einhvørja leiðbeining frá spurnarstjóranum. Jú eina leiðbeining fingu teir, og hon var: “Gullok”.
“Hmmm Gullok aha, jamen so gita okur Gulá”!