Søga 5

Ein skjútti kom gangandi heimeftir, við sínum tveimum ungu klapparum. Hann var blivin troyttur, og velur síðani at setast á ein stein, fyri at hvíla. Ein negl hansara var farin at irritera og pína hann, so hann avgjørdi, at hann nokk gjørdi rætt í, at klippa sær neglina, meðan hann hóast alt sat og hvíldi seg.

Klappararnar báðar sendi hann í hvør sína ætt, so teir kundu finna onkra haru, og royna at “reka” tær framvið klettinum, har skjúttin sat. Klappararnir gjørdu eftir boðunum, og spurdu ikki um meira. Ætlanin var so, at skjúttin skuldi sita á varðhaldi, hóast hann fekk sær manicure.

Tann eini klapparin, sum var við á fyrsta sinni, visti ikki reiðiliga, hvussu alt vanliga gekk fyri seg, og ger tí bara eftir boðunum hjá skjútta sínum. Væl aktandi, fer hann oman av einum hamara, har hann møtir einum øðrum og eldri skjútta. Skjúttin spyr hann so, hvat í ólukkan hann gjørdi har einsamallur, og so langt frá sínum skjútta. Drongurin visti einans at svara, sum hann hevði fingið boð um : “Jeg royni bara at reka harurnar niðan til skjútta mín, sum situr har uppi og klippur negl”.

Eldri skjúttin bívur ikki frítt argur yvir hansara útsøgn, og biður hann sleppa sær niðan til skjútta sín, við einari ávísari ferð. Meðan drongurin síðani fer niðan bakkan, letur í gamla : “Klippa negl og reka harur… nei nei teir ungu nú á døgum… !!” Og so puffaði hann so óluksáligt.

Á ballinum eftir jaktina, og fleiri ferðir síðan, yvirhoyrdi ungi klapparin fleiri ferðir teir eldru greiða frá søguni um hin sum fór í hagan at reka harur. Sjálvt um teir eldru hildu søguna vera rættuliga skemtiliga, so var ungi klapparin ikki heilt samdur. Hann hevði jú bert gjørt eftir boðum frá skjútta sínum, sum sat og klipti negl.

Aftur til nr. 4   Næsta søga