Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klappjakt.com/public_html/wp-content/plugins/essential-grid/includes/item-skin.class.php on line 1145

Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klappjakt.com/public_html/wp-content/plugins/revslider/includes/operations.class.php on line 2364
Søga 4 – Klappjaktin í Trongisvági

Søga 4

Hetta var fyri nøkrum árum síðani, stutt undan einum haruballi.

Klappari, sum hevði verið við í kendu klappjaktini, ætlaði sær við á víðagitna haruballið og sat saman við damuni uttanfyri húsini hjá sær. Sjeikurin ætlaði sær í eitt ball, men hvat fyri ball, tordi hann ikki at fortelja henni.

Daman grunaði tó, hvat var áfatt, tá hon sá vinmannin hjá sjeikinum koma framvið við bili sínum. Allur ivi var burtur, tí hon visti, hvat gekk fyri seg, hóast sjeikurin ikki hevði sagt henni nakað sum helst, um hansara ætlanir. Hon visti, at vinmaðurin hevði verið skjútti til ársins klappjakt, so hennara lúsakjálki ætlaði at lumpa hana, og fara til garrvilla haruballið.

Hendan góða daman hevði danskt sum móðurmál, men skilti væl føroyskt, og tá hon sá skjúttan koma móti teimum, lat úr henni: “Åh nej, det er dem der skyder kaniner !”

Daman loypur síðani á føtur, og renur hann nærum um koll, ýlandi í andlitið á hjartkipta skjúttanum: “Ham her, skal ikke med til nogen kaninfest !”

Hjá álopna skjúttanum var bert eitt at gera, og tað var at halda til beins.

Hví daman ikki vildi sleppa sjeiki sínum til kaninfest, kann bert gitast um, men tað sigst, at klapparin, árið frammanundan, hevði verið frá húsum meira enn eitt samdøgur í haruball.
Hetta árið gekk tó ikki, tí hesaferð fekk daman sín vilja, og nevsligni klapparin mátti so pent takka nei til ársins kaninfest, og heldur fara tíðliga til songar.

Aftur til nr. 3   Næsta søga