Inni í Ranghaga ein ravnafella stendur,
og hana hava smíða góðar hendur.
Niðurlag:
Fram við Stóru á, fram við Stóru á,
tað var har jeg Palla sá.
Bíða var longi við góðum tolið,
til fyrsti ravnurin datt niður í holið
Tann fyrsta ravnin fingu vit við nógvum strevið,
nú kundi okur vísa fram tað fyrsta nevið.
At minkað um ravnin tað var okra vón,
men okur fingið kvalur av einari klovn.
Ein maður sá skuldsetta kl. níggju,
hann holini klipti sum rútar tíggju.
Og hesin skuldsetti eigur eina búð,
har dagliga vitja bæði jeg og tú.
Í búðini hann selur softís og Gekk,
men Palli hann dugur eisini at klippa hæk.
Tá Rólant søguna um felluna fekk,
hann beina leið inn í búðina gekk.
Og Rólant hótti Palla við bót,
tí hann hevði klipt okra ravnanót.
Tá Rólant so inn í búðina trein,
skjótt Palli sum stungin grísur hvein.
Og hør nu Palle hvis du ikke tilstår,
jeg med det samme til sysselmanden går.
Og kære Rolant du må tro mig på mit ord,
det må have været min tvillingebror.
Men hjá Palla er ongin vón,
tí hann hevur fingið harðan dóm.
Nú Palli hann situr har norðuri í Havn,
og dómurin var at útstappa ravn.
Nu sidder jeg alene i min celle,
og gid jeg aldrig rørte den ravnefelle.
Og soleiðis vil hvørjum manni ganga,
sum noktað vil okum ravn at fangað.