Harur, uglur og byrsur
Klappjaktin í Trongisvági hevur nógv ár á baki, og hava vit her eina áhugaverda frásøgn frá veiðitúrinum 9. novembur, har vit hittu annað enn harur og menn
Klokkan var 6 um morgunin týsdagin tann 9. novembur, tá eg svøvntungur byrjaði at gera meg kláran til dagsins verk. Komin útum var tað fyrsta, ein hugsaði, “hettar verður ein kaldur dagur”. Tú merkti væl, at veturin so smátt var byrjaður at gera um seg, tí hóast tað næstan var stilli, so var hitin hendan dagin ikki meir enn um frostmarkið.
Orsøkin til at eg noyddi meg upp so tíðliga, var tann, at eg hevði fingið loyvi til at koma við á siðvandu “klappjaktina” hjá trongisvingum. Í meira enn 70 ár hava menn verið í haganum oman fyri Trongisvág og skotið haru. Einaferð um árið er grannastevna á Tvøroyri, og har er tað vorðin fastur siður, at menn taka seg saman at keypa haruhagar í Trongisvági, og hevur tað nærum uttan undantak altíð verið trongisvingar ið hava keypt hagarnar.
Tað kann tykjast undarligt hjá “vanligum” fólki at hugsa sær til, at nakar tímur at fara at skjóta harur her á plássinum, tí tað er sera sjáldan, at ein sær nakra haru. Haran er ikki partur av upprunaliga djóraríkinum í Føroyum. Tær fyrstu harurnar vórðu sleptar í Kirkjubøreyni í 1855. Haran nørdist skjótt og fekk fótafestið runt um á oyggjunum; men Føroyar eru nú einaferð so smáar sum tær eru, og veður- og føðigrundarlag hava allarhelst gjørt sítt til, at tað ikki ýður við harum allastaðni í haganum.
Vit høvdu avtalað at møtast inni í Syðrutoftum, beint við Fornarætt. Komin hagar var tað fyrsta, eg sá, nakrir ungir mans við byrstu standa í morgun-myrkrinum og práta, meðan teir bíðaðu eftir restini av manningini. So við og við komu fleiri til, men eitt, ein stúrsaði eitt sindur við av í byrjanini, var, at tað vóru so nógvir blaðungir mans við byrsu. Kanska er tað, tí ein hevur verið heimanífrá so nógv ár, at ein hugsar soleiðis, men tað undraði meg eitt sindur, at tað vóru so fáir tilkomnir mans við. Tað vísti seg so, at onkur var sjúkur, onkur slapp ikki vegna arbeiði, og onkur hevði sett sítt álit á, at sonurin skuldi føra traditiónina víðari eftir pápanum.
Tað at sonurin tekur við, tá pápin antin ikki orkar ella tímur at ganga hagarnar longur, er eisini gamalt í klappjaktini. Ein av luttakarunum, Jens Petur Brattalíð, sum eg havi onkra samrøðu við um evnið, var sum smádrongur við pápa sínum og skeyt haru. Eitt nú kann nevnast, at byrsan, hann nýtti hendan dagin, var tann sama, sum pápi hansara skeyt sítt fyrsta skot við fyri yvir 40 árum síðan.
Klokkan var nú næstan 7, og menn vóru so smátt farnir at ótólnast, tá útvarpið endiliga kom við veðurtíðindinum. Tá mett var, at veðurvánirna vóru hampiligar, varð farið til stroks beinanvegin niðan eftir vegnum, ið førir til vatnbrunnarnar í Riddalshaga. Komnir eitt sindur niðanfrá, fór ferðalagið í tvíningar – klappararnir, sum í høvuðsheitum vóru ungir dreingir og so nakrir tilkomnir menn, ið vóru bidnir sum klapparar av skjúttunum, fóru vestur ígjøgnum hagan. Teir høvdu avtalað við skjúttarnar um at møtast við Frostgjógv klokkan 9.
Vanligt er, at tveir teir fyrstu tímarnir eru ”fríir”, tað vil siga, at hvør skjútti í sínum lagi, kann fara hagar hann vil at leita eftir harum. Eg lat mær fortelja, at hendan fyrsta løtan er sera spennandi hjá skjúttunum, ikki minst av tí at tað er byrjanin, og allir vilja verða tann, ið fær bestu byrjanina. Tað var eisini ein øgilig ferð hesir góðu menn høvdu niðan á Skallarók, ið liggur eystan fyri Hvannhaga, ja summir enntá runnu niðan eftir brattari mótbrekku. Sjálvur fekk eg at vita, at eg kanska heldur átti at leitað mær vestur til klappararnar at bíða, og tí tók eg glaður ímóti, tí eg dugdi væl at síggja, at trupult fór at verða at fylgja við monnunum við mínari taksu og myndatóli. Á veg vestureftir hoyrdi eg tey fyrstu skotini runga gjøgnum hagan, og spenningurin, eftir at vita um nøkur hara var skotin, vaks alsamt.
Nú lýsti og teir vøkru, snjóskrýddu fjallatindarnir kring fjørðin bóru boð um, at nú var veturin av álvara komin. Tað var stórsligið at standa upp í haganum ein slíkan dag og síggja sólina spakuliga breiða roðan eystaneftir inn eftir fjørðinum.
Eg kom niðan til klappararnar í øllum góðum. Teir sótu og hugnaðu sær á einum bakka oman fyri tað sermerktu Frostgjógv, ið so prýðiliga snýr seg niður Hvannhaga – ein tann náttúruvakrasti bletturin vit hava í Føroyum. Teir vóru, sum vera man, eisini spentir, bæði uppá at fáa at vita, um nøkur hara var fingin, men eisini at sleppa upp í leikin sjálvir.
Fyrsti skjúttin, eg bar eyga við í dimminum, var Jens Petur. Hann stóð ytst á eggini yvir Frostgjógv við byrsuni og skimaðist rundan um seg. So við og við sóust fleiri mans, og fylgið savnaðist aftur. Aftur við einum drekkamunni og einum góðum bita varð støðan so gjørd upp: Tað vísti seg, at 7 harur vóru skotnar hesa fyrstu løtuna, og at Gunnar Petersen var tann, ið hevði fingið bestu byrjanina.
Nú var farið undir fyrireikingina av ørðum triðingi av túrinum. Hallur Jacobsen(ella Hallur í Heiðunum, sum hann vanliga verur nevndur) fór úr húgvuni og koyrdi okkurt niður í hana, og eg undraðist á, hvat nú fór at henda. Skjúttarnar tóku hvør sín seðil upp úr húgvuni. Á seðlunum stóð eitt nummar, ið vísti teimum, hvar teir vera í haganum á veg vestureftir. Nakrir vóru eitt sindur misnøgdir við nummarið, teir høvdu fingið, tí harunar plagdu ikki at vera so nógvar í júst tí partinum av haganum. Allir visti tó av, at soleiðis eru treytirnar, so onki nyttar at muta ímóti.
Tann organiseraði parturin av túrinum byrjaði so. Í einari langari, spjaddari røð, gingu skjúttarnir (einir 16 í tali) vestureftir, meðan klappararnir vóru beint í hølunum á teimum. Klappararnir skulu altíð halda seg beint aftan fyri skjúttan, um ikki annað var avtala, orsakað av trygdini, tá skotið verur.
Hesa løtuna helt eg meg í hølunum á Jens Peturi, ið hevði sonin og ein vinmann hjá soninum við. Vit vóru ovast á fjallinum. Dreingirnir høvdu sekk við, um tað skuldi hent, at J.P. skuldi rakt nakra – eina haru hevði hann longu fingið fyrrapartin.
Tann fyrsta tíman sóu vit einans eina haru,ið, tíverri fyri skjúttan, var alt ov langt burturi til at royna nakað skot. Skotini hoyrdust tó dúgliga frá monnunum ið vóru staddir niðari. Hesa løtuna, hóast ein skjótt fekk hitan av skjótu gonguni, fekk ein høvi at njóta okkara stórbæru náttúru, sumhendan dagin vísti seg frá sínari vakrastu síðu. Onkur einstøk kavaflykra órógvaði útsýnið av og á, men tað tók ikki ta stoltu kensluna burtur, ið ein merkti av at vera ein partur av hesum landi.
Vit vóru komnir niðan á Tempilsklett, tá Jens Petur brádliga róti meg burtur úr mínum egna hugaheimi. Eg helt fyrst, at hann hevði sæð eina haru, tí hann hevjaði byrsuna og ætlaði at skjóta…. Hann var tó skjótur at fáa byrsuna niður, ti tað, hann hevði sæð, vísti seg at vera ein snjóugla. Vit vóru ikki sørt bilsnir – eg hevði í hvussu er aldrin sæð eina uglu her í Føroyum fyrr. Hendan var sera stór og snjóhvít. Lítið er at ivast i, at hon ger sær dælt av harunum, tá ið skotið also ikki verður. Tá vit fortaldu hinum um hana, søgdu teir, at teir eisini høvdu sæð hana árið fyri, tí okkurt ið bendir á, at hon vendir aftur til sama stað í haganum.
Vit gingu skjótt vestureftir, og eftir at hava steðgað á eina lítla løtu við Skarðið, hildu vit fram heilt vestur um hvalbiartunnilin. Vit sóðu nú stórslignu vestursíðuna av Suðuroynni og steðgaðu á har eina løtu. Nakrar harur vóru skotnar aftrat, og tað vísti seg, at Gunnar hevði mist fyrstaplássið til ein av teimum ”gomlu” og garvaðu, Signar Mortensen, ið dagliga tekur sær av at leggja elektrisitet inn hjá fólki. Hann hevði skotið heilar 4 harur við einans 5 skotum.
Klokkan var nú vorðin uml.13, og skýmingin var ikki langt burtur. Menn fingu sær aftur ein bita at eta á einum staðið, ið verður kallað Bøkkurin. Skuldi nakað fáast burtur úr degnum, áðrenn tað gjørdist ov myrkt, skuldi leggjast til brots so skjótt sum gjørligt. hesin seinasti parturin av jaktini er eisini ”fríur”, og eg valdi so hesaferð at flygjast við onkrum av teimum yngru. Fyrst fylgdist eg við Poul Eli Bærendsen, yngra, ið higartil hevði fingið 2 harur. Poul Eli er væl fyri kropsliga og spælir vanliga við besta mansliðnum hjá TB. Hettar sást ikki minst aftur, hvøjra ferð hann sá eina haru…tað gjørdi ikki mun, um tað undanbrekka ella mótbrekka, so spelaði hann avstað við byrsuni, fyri at standa so væl sum gjørligt, tá skotið varð. Tað gekk tó ikki so væl hjá honum at raka nakað hesa løtuna, eg fylgdist við honum.
Nakað seinni fylgdist eg við einum øðrum TB-ara, Birgiri Rasmussen, ið eisini er ein av teimum yngru, lovandi kreftunum hjá TB. Honum hevði gingist heilt væl, og hann hevði tá fingið 4 harur. Meðan eg fylgdist við honum, fekk hann tvær aftrat. Tað lá sera væl fyri hjá honum at raka henda dagin, men tað er við sovorðnum sum við øllum øðrum – tú kanst hava ein góðan dag og tú kanst hava ein ringan dag.
Hesa síðstu løtuna sást ikki sørt av harum. Fyri mítt viðkomandi var tað undarligt at síggja so nógvar harur eftir so stuttari tíð. Er ein ikki vanur at ganga í haganum, so kann tað ganga long tíð, ímilllum at ein sær eina haru.