Norsk frágreiðing um upprunan hjá føroysku haruni ífl. Monsen
Snjóhara (Lepus timidus) varð innflutt til Føroya í august 1855 úr Kragerø í Oslofjørðinum í Noregi – 4 ungar harur (1 doyði á túrinum um hav). Tær vórðu settar út í Hornabø í Tórshavn og runnu harfrá niðan á Kirkjubøreyn. Tær vuksu skjótt í tali og vórðu síðan fluttar til allar hinar oyggjarnar uttan Koltur og Lítlu Dímun; haran fekst tó ongantíð at støðast í Stóru Dímun.
Tær fyrstu harurnar í Føroyum vóru snjóhvítar um veturin, men longu í 1860-árunum vórðu nakrar blágráar vetrarharur sæddar – bláharur sæddar. Tær vuksu skjótt í tali og trokaðu ta hvítu snjóharuna burtur. Veturin 1916-1917 varð tann seinasta snjóharan skotin.
Royndir við snjóharu-bláharu vísa, at hvíti vetrarfeldurin altíð troðkar seg framat; tað liggur í hesum harunum. Á Kragerø í Noregi, haðani tær føroysku snjóharurnar komu, er eitt blendsøki, har snjóharur halda seg høgt og bláharur lágt. Um bara ein av teimum 4 uppsleptu snjóharunum hevur havt bláharu-ættarbregði í sær, hevur ikki borið til at sæð tað, fyrr enn stovnurin varð so væl fyri, at bláharu-ættarbregðið slapp framat.
Tá ið snjóharan varð flutt til eitt øki við havveðurlagi, misti hon øll framíhjárættindi síni. Hetta hevði við sær, at ikki gingu meira enn 60 ár, fyrr enn tað ráðandi snjóharuættarbregðið var forkomið. Haran í Føroyum verður tí nevnd bláhara.
Bláhara, sum er eitt gnagdjór, er 46-61 cm long og vigar í miðal 2.7 kg. Hon leggur tríggjar ferðir um árið og gongur kviðin í einar 7 vikur. Tveir til tríggir ungar eru í hvørjari løgu. Kortini er sjáldan, at veðrið er so gott, at allar tríggjar løgurnar koma undan. Ungarnir eru kynsbúnir, tá ið teir eru 8 mánaðir gamlir, og tað hevur við sær, at ársgamlar harur leggja.
Haran etur plantur, grøs, stør, urtir og trøllakampar, harafturat knubbar og endaknappar á runnum og trøum. Tær eru virknastar í skýmingini. Men tá ið makingartíðin kemur, og tær renna hvør eftir aðrari og gera seg upp, síggja vit tær eisini um dagin.
Við støði í vektini á teimum skotnu harunum sæst, at heystløgan vigar í miðal 2 kg, summarløgan 2.5 kg, meðan várløgan og tær, ið eru meira enn ársgamlar, viga í miðal 3 kg. Eingin stovnsmeting er gjørd enn, og tá eingin skipan er við veiðiloyvum ella við at geva fongin upp, vita vit ikki, hvussu nógvar harur verða skotnar um árið.
Í 1997 var mett, at harustovnurin í Føroyum var uml. 5000 harur.
Eyðfinn Magnussen gjørdi í 2012 eina nýggja meting og hon ljóðaði uppá heili 14000 til 28000 harur.