Reglugerð

§ 1. Navn felagsins

Navn felagsins er Klappjaktin í Trongisvági.

§ 2. Endamálið

Endamálið er at skipa fyri einari árligari felags haruveiðu í Trongisvági.

§ 3.  Aðalfundurin

Aðalfundur verður hildin hvørt ár hálvan tíma áðrenn haruballið.

Stk. 2. Aðalfundurin velur eina 5 mannanevnd, formann, skrivara, kassameistara og 2 nevndarlimir, at stýra felagnum. Nevnarlimir verða valdir hvør sær. Nevndin, sum situr í 1 ár í senn, kann veljast aftur og skipar seg sjálva.

Stk. 3. Skráin fyri aðalfundin er: a. Frágreiðing frá farna ári, b. Roknskapur, c. Nevndarval, d. Ymist.

§ 4. Limir

Í felagsskapinum eru 17 limir, og eru tað teir, ið eiga fastan harudag.

§ 5. Limagjald

Limir gjalda eitt mánaðarligt limagjald á XXX kr. pr. mðr. (XXXX kr. árliga). Upphæddin kann regulerast eftir tørvi. Fyrsti gjaldsmánaður er januar 2016.

Stk. 2. Meldar limur avboð til klappjaktina, og klappari/eykaskjútti kemur at skjóta í hansara stað, skal hesin tá gjalda eitt gjald, ið svarar til helvtina av limagjaldinum pr. ár.

Stk. 3. Gjaldið hjá einum eykaskjútta skal verða goldið í seinasta lagi 31. decembur sama ár. Er gjaldið ikki goldið, tá freistin er farin, sleppur eykaskjúttin ikki at luttaka í komandi klappjaktári sum skjútti.

§ 6. Nevndin

Nevndin skipar fyri einari árligari felags haruskjóting, ið fer fram fyrsta veðurhóskandi dag, loyvt er at skjóta haru smb. harulógini.

Stk. 2. Nevndin hevur ábyrdina av, at felagið framhaldandi hevur loyvi at veiða haru í teimum siðbundnu haruhøgunum.

Stk. 3. Nevndin skipar fyri einum haruballið, ið verður hildið stutt eftir klappjaktina, har steyp verða handað til harukongin og teir, ið gerast nr. 2 og 3. Harukongurin fær ferðasteyp, ognarsteyp og medalju. Nr. 2 og 3 fáa ognarsteyp og medalju. Klapparnir hjá øllum trimum fáa medaljur.

Stk. 4. Formaðurin skal í góðari tíð kannað, um skjúttar eru norðanfjørðs, og skulu hesir hava boð um klappjakt minst 2 tímar, áðrenn Smyril fer úr Tórshavn seinasta túr dagin áðrenn klappjaktina.

Stk. 5. Kassameistarin hevur ábyrdina av, at allir skjúttar gjalda til tíðina. Hevur ein skjútti ikki goldið tað kravda gjaldið í seinasta lagi á aðalfundinum, kann hesin blíva noktaður at verða við í klappjaktini.

Stk. 6. Skrivarin hevur ábyrdina av, at úrslitið av klappjaktini og annað viðkomandi verður uppskrivað í gerðarbókina.

Stk. 7. Formaðurin ella 2 nevndarlimir kunnu kalla saman til nevndarfund, tá tørvur er til tess.

§ 7. Haruveiðan

Skjúttar skulu vera fyltir 18 ár og einans mannfólk kunnu vera við sum skjúttar.

Stk. 2. Tað er bert loyvi at brúka lógligar høglbyrsur, ið kunnu ”knekkast”.

Stk. 3. Formaðurin hevur ábyrdina av, at stk. 1 & 2 eru uppfylt, áðrenn jaktin byrjar.

Stk. 4. Formaðurin ásetur dato/tíðspunkt fyri, nær møtt verður til klappjakt. Møtistað áðrenn og eftir klappjaktina er vanliga staðið í Syðratoftum.

Stk. 5. Allir skjúttar fara avstað gjøgnum Riddalshagaportrið um morgunin í senn og skulu verða heima gjøgnum Riddalshagaportið aftur í seinasta lagi kl.17.00.

Stk. 6. Sjálv klappjaktin fer fram á siðbundnan hátt, viðv. hvar steðgir eru, lutakast á Frostgjógv og hvussu linjan verður skipað vestureftir.

Stk. 7. Tann skjúttin, ið fær flestar harur, verður kosin harukongur. Hava skjúttar sama tal av harum, verður tann, ið samanlagt hevur tyngstu veiðuna, kosin harukongur. Er framvegis javnt, verður harukongurin kosin við lutakasti.

Stk. 8. Beint eftir, at klappjaktin er liðug, verður í felag upptalt, hvussu nógvar harur ymsu skjúttarnir hava. Harurnar verða samstundis vigaðar.

– Ungharur (undir 1,5 kg) telja ikki við í kappingini um at gerast harukongur.

Stk. 9. Avger ein klappari at fara heim, áðrenn jaktin er av, má hesin undir ongum umstøðum leita eftir ella fanga harur, eftir hann er farin frá skjúttanum.

Stk. 10. Formaðurin kann áðrenn og undir jaktini geva boð um ymiskt, og skulu hesi boð fylgast á sama hátt, sum aðrar reglar í reglugerðini.

Stk. 11. Verður jaktin avblást vegna vánaligt veður, eftir at gangitølini eru tikin og áðrenn jaktin er farin framvið Bøkkinum, verður nýggj jakt ásett betri veðurhóskandi dag og tá vera gangitøl og tal av náddum harum varðveitt. Hvar byrjar verður á nýggjum jaktini, avgerð formaðurin úrfrá veðurlíkindunum.  

– Verður jaktin avblást eftir farið er framvið Bøkkinum, verður ikki nýggj jakt ásett, og úrslitið sum stendur tá verður endaligt.

– Verður jaktin avblást áðrenn gangitølini eru tikin, verður nýggj jakt ásett betri veðurhóskandi dag og verður tá byrjað aftur úr Syðratoftum.

Stk. 12. Trygdarviðtøkan er galdandi alla klappjaktina.

Stk. 13. Brot á reglurnar í § 7, kann viðføra, at skjúttar verða útihýstir úr kappingini um at gerast harukongur.

§ 8. Uppmerking av skjúttum og klapparum

Allir persónar, ið eru við í klappjaktini, sum ikki eru limir ella fyrrverandi limir, fáa ein ”kross” hvørja ferð, teir eru við. Skrivarin hevur ábyrdina av, at krossskipanin verður dagførd, og at ein dagførdur listi altíð er til taks.

§ 9. Fastan harudag

Limir ”eiga” sín harudag so leingi teimum lystir.

Avger ein limur at gevast, hevur viðkomandi 3 møguleikar í at velja, hvat hann ger við harudagin:

1′ – dagurin kann gevast í arv til ein son.

2′ – limurin kann boða nevndini frá, hvørjum hann ynskir at lata harudagin víðari til við einari sakligari grundgeving. Nevndin metir tá, um ynskið um valið av nýggjum limi kann gangast á møti ella ei. Verður ynskið gingið á møti, fær viðkomandi harudagin til ognar og gerst harvið limur.

Verður hetta ynskið ikki gingið á møti, velur nevndin nýggjan lim á sama hátt sum í møguleika 3.

3′ – limurin letur felagnum dagin, sum so velur nýggjan lim. Tann maður, ið tá hevur flestar krossar smb. § 8, fær harudagin til ognar. Eru fleiri, ið hava líka nógvar krossar, fær tann, ið fyrst var við, dagin. Krosslistin sæst á heimasíðu felagsins.

– Kravt verður, at tann, ið arvar harudag til ognar, hevur verið við í klappjaktini minst 3 ferðir sum klappari.

– Kravt verður, at tann, ið fær harudag eftir krossskipanini, hevur verið við í klappjaktini minst 3 ferðir seinastu 6 árini.

– Fyri at kunna fáa harudag til ognar, er krav, at man antin er úr Trongisvági ella hevur tætt tilknýti til Trongisvág. Eru ivamál hesum viðvíkjandi, tekur nevndin avgerð hesum viðvíkjandi.

§ 10. Avboð til klappjakt

Gevur ein limur avboð til klappjaktina, skal hann í góðari tíð frammanundan boða formanninum frá hesum. Formaðurin velur tá, útfrá krossskipanini, nýggjan mann at skjóta í staðin.

Tó er undantikið, um limurin, sum gevur avboð, eigur son, verson, beiggja ella fyrrverandi eigarin av degnum, ið kann koma við ístaðin og limurin ynskir, at hesin skal fara fyri seg. Formaðurin skal altíð hava boð um slíkar broytingar.

Stk. 2. Limir, ið melda avboð til klappjaktina, hava loyvi at fara ein túr at skjóta haru aftan á klappjaktina. Fer limur at skjóta eftir klappjaktina, skal formaðurin fráboðast um hetta áðrenn farið verður í hagan.

Stk. 3. Longst loyvda fráverutíðarskeið er 5 ár á rað. Gevur limur avboð 5 ár á rað, missir hann harudagin og dagurin fellur aftur til felagið.

– Tó kunnu undatøk gerast undir serligum umstøðum.

§ 11. Ivamál og brot

Ivamál og brot verða avgjørd av nevndini og evt. á aðalfundinum. Skal atkvøðast um eitthvørt mál, skal 2/3 meiriluti verða fyri at fáa málið góðtikið. 2/3 = 11 limir.

§ 12. Broyting av reglugerðini

Skulu broytingar gerast í reglugerðini, skulu 2/3 av limunum verða fyri broytingini. Broytingar kunnu einans gerast á aðalfundum.

 

Reglugerðin er viðtikin á harufundi í Ólastovu hin 31. mars 2012

Tillaga á aðalfundi hin 7. nov 2015, hin 5. nov 2016 og hin 9. nov 2018

Hallur í Heiðinum, formaður