Tann 16. mars 2025 ringdi Andrass Reinert av Eiði til Jens Róa, og fortaldi, at nú hevði hann fanga “Kellingina”. Eftir at okur í klappjaktini navngóvu fyrstu haruna frá Andrass “Risan” lovaði Andrass, at so skuldi hann eisini fanga okum eina “Kelling”.
Andrass hevði fanga hesa haruna í sama øki sum ta fyrru. Høgni hjá Magna sum var staddur í Havn, bleiv boðsendur, og koyrdi norður til Eiðis eftir haruni. Haran bleiv sett inn í eitt kettubúr, koyrd suður til Smyril har Magni og Einar tóku sær av henni umborð og suður.
Tá Smyril legði at, setti Einar haruna av hjá Birgja. Jens Rói, Ragnar og Birgir settu gult klips við nr. 2 í, í vinstra oyra.
Haran blev síðan sama kvøld slept út beint norðanfyri rættina í Húsgarðshaga, har hon skjótt hvarv út í myrkri.
Tað er ikki heilt greitt hvat kyn hon var, men Andrass metti hana verða ein fress.
Klappjaktin takkar Andrassi enn einaferð fyri ómakin, og sjálvandi bleiv haran hesaferð navngivin “Kellingin” eftir kenda staðarnavninum norðanfyri Eiði.
So nú renna tvær eiðisharur runt í høgunum omanfyri Trongisvág, Risin við bláum klipsi í høgra oyra, og Kellingin við gulum í vinstra.