Trygdarviðtøka

§ 1. Ábyrgd.

Tann einkulti skjúttin hevur fulla ábyrgd av síni egnu byrsu og patrónum. Hetta er galdandi bæði áðrenn, undir og aftan á jaktina.

 

§ 2. Byrsan og patrónur.

Allir skjúttar skulu, áðrenn jaktina, kanna byrsu sína væl og virðiliga, tað er, at sikringin virkar og at lásimekanisman ikki slørar. Byrsan má ikki hava nakran funktiónsfeil.

Skjúttarnir skulu eisini kanna, at patrónirnar, teir hava við sær, passa til byrsuna viðv. trykk og longd.

Stk. 2. Patrónir, ið ikki passa til byrsuna, mugu undir ongum umstøðum nýtast. Patrónirnar skulu helst eisini vera nýggjar.

Stk. 3. Skulu skjúttar lána patrónir sínámillum í haganum, skulu teir vera vísir í, at patrónirnar passa til byrsuna.

 

§ 3. Klædnaútgerð.

Allir persónar, sum eru við í klappjaktini, skulu vera í appellsinlittari húgvu.

Stk. 2. Á teininum Syðratoftir – Frostgjógv skulu skjúttarnir vera í  gulum vestum.

 

§ 4. Handfaring av byrsu.

Skjúttar mugu ONGANTÍÐ venda byrsumúlan móti øðrum persóni. Hetta er galdandi fyri bæði, tá ið patrónir eru í byrsuni og tá byrsan er tóm.

Stk. 2. Allir skjúttar skulu ”knekka” byrsuna minst 50 m frá samlingsstaðnum, tá steðgir eru. Tá farið verður frá samlingsstaðnum, skulu byrsunar altíð løðast við múlanum burtur frá persónum.

Stk. 3. Tá jaktin er av, skulu skjúttarnir taka patrónirnar úr byrsuni í somu løtu, teir koma um Riddalshagaportið. Byrsan skal samstundis vera ”knekka”, inntil skjúttin fer til hús.

 

§ 5. Ganga við byrsu.

Tá farið verður niðan á Skallarók, skulu teir fremru menninir ganga frameftir líka uppá slætt og mugu ikki venda omaneftir aftur.

Stk. 2. Tá gingið verður á linju vestureftir, er strangliga bannað at skjóta til síðis. Skal ein skjútti skjóta aftureftir, skal skjúttin renna minst 10 m aftur um linjuna.

Klappararnir skulu altíð ganga beint aftan fyri skjúttan.

Stk. 3. Kemur mjørki á, mugu skjúttar vísa størsta varsemi, um skot verður latið av.

 

§ 6. Brot á viðtøku.

Brot á hesa viðtøku kann viðføra burturvísing úr klappjaktini úr einum og upp til fleiri ár. Samstundis kann brot viðføra, at skjúttin verður útihýstur úr kappingini um harukong.

Stk. 2. Avgerðarrættin fyri brot á hesa trygdarviðtøku liggur hjá harunevndini.

 

Viðtøkan er viðtikin á harufundi í Ólastovu hin 31. mars 2012

Tillaga á aðalfundi í Nadoddaneystinum tann 7. november 2015

Hallur í Heiðinum, formaður