Samandráttur av klappjaktini 1997

Haruskjóting 1997 – 7. nov —— 43 harur

16 skjúttar møttust kl.0715 í Syðratoftum. Teir sum ikki vóru við eru Jens Petur, Magni og Tórur. Poul Leon skjeyt fyri JPB og Gunnar Haakon skjeyt fyri beiggja sín Magna.

Farið var ikki avstað hálgum átta sum vanligt, tí Pauli kom 2 min ovseint.

Teir elstu løgdu undan niðan brekkuna, men skjótt duttu teir burtur millum teir yngru fimu skjúttarnar. Onkur helt at tvillingarnir eru farnir at eldast.

Kristian og Einar fingu 2 hvør, annars tils. 6 harur tá komið var á Frostgjógv, og gav hetta longu eina mynd av, at tað verða fáar harur og so bleiv. Ásmund B. sum hevur verið burturi úr klappjaktini í nøkur ár skal vísa teimum yngru hvussu ein klappari ber seg at. Hann slapp sum elsti klappari at halda húgvuni, meðan skjúttarnir tóku sær ein seðil.

Tá komið var á Bøkkin vóru bert 2 afturat.

Men vesturi í Skarði vóru nógvar harur at síggja. Ásmund, ið onga hevði fingið, fór ein túr vestur ímóti Tindinum og fekk eina og oman ímótiu vatninum fekk hann 4 afturat.

Ein fínur dagur hjá Paula, tí tað er langt síðani hann hevur fingið 5 harur. Verri við Rólant, tá hann á veg heim aftur omanfyri Lítla Vatnsdal ikki traff haruna, tók Jens Rói byrsuna og helt avstað. Teir siga at Jens Rói kundi fingið eina afturat, men gloymdi at trekkja upp. Hetta var tað Rólant hevði stúrt fyri og vildi ikki verða vitni til slíkt, so gott var at hann var rýmdur heim.

Tá komið var heimaftur, vóru 20-30 møtt upp í Syðratoftum millum annað fyrrverandi skjúttarnir Eddy Petersen, Hilmar Persson. Eisini børn hjá skjúttarunum, onkur mamma og pápi og onkru fyrrveradni klappari. Sera hugnaligt.

Sum vant var skonkt upp í nevið. Tær 43 harurnar vóru lagdar í 3 rekkjur. Síðani varð mynd tikin av skjúttarum og klapparum.

Vinnari í ár gjørdist aftur Kristian Stórhamar við sjey harum. Nr. 2 bleiv Pauli Nolsøe, Ásmund Nolsøe og Einar Petersen við 5 harum.

NB: Ein sending hevði verið í Útvarpinum um morgunin har Bergur hevði greitt frá klappjaktini.

úr gerðabókini