Tankastroyggj í Trongisvági 2012

Lag: Villankens sang

 

Har innast í fjørðinum Trongisvágur liggur,

og Oyrnafjall stolt yvir bygdina hyggur

Tað øld eftir øld, virka sá mannafjøld.

 

Teir garpar og kvinnur her settu seg niður,

tey sóu sær lívsvón, her valdaði friður

at byggja sær búð, høvdu bát, seyð og kú.

 

Tey løgdu inn teigar og gagnnýttu heiðar,

har torvið tey skóru, og kolið oman bóru

úr Rangabotni, kendu einki til veg.

 

Her livdu tey saman í gleði og gaman-

við Tjaldri teir róðu, og í TGB bólt slóu-

har niðri á sand, og drógu hvalir á land.

 

Í Ósan tey fóru, og sílini heim bóru,

í Millánni sigldu og hornini hildu,

har uppi á Hvál,- á Lyngheyggi kyndu bál.

 

Um vetursins tíðir, tað vóru ei skíir-

á Verkstaðið gingu, og skoyturnar fingu-

merktu ei kavastorm, skreiddu úti við Torn.

 

Vár miðdepil kærur, var sjálvur Húsgarður

sum børn øll har spældu til mans upp tey aldu

og øll vóru kát, tá tey róðu bedingsbát.

 

Nú onnur er støðan, alt hetta er søga

her miðdepil liggur, og Stórá hon hyggur,

sær ungdóm til leik, her náttúran ei sveik.

 

Í kvøld eru saman, í gleði og gaman,

vit harumenn heiðra, 120 ár feira,

seta ungar garpar við, haldið góðan gamlan sið.

 

JCM