Andrassar sangur (lag: Tað er jólaftan bing bang bing)
Onki fekk sovið, tí spentur var eg, tá eg í morgin skjóta fyrstu ferð.
Sigmund ei slapp, tí hann meiddi sín arm, onki tað ger, eg fái fullan barm.
Niðurlag:
Tað er morgun, hvat er klokkan nú, hvat heldur tú? Hvat heldur tú?
Páll í tasku hyggur. “Píka sjey, klokkan hon er sjey”.
Andras tók sekstan, næstnorðastur gekk. Páll honum fylgdi, á honum taska hekk.
Taskan var pakka við skerpikjøt og drýl. Niðast tú hoyrdi klokku rím.
Niðurlag:
Eg eri spentur, hvat er klokkan nú, hvat heldur tú? Hvat heldur tú?
Páll í tasku hyggur. “Bíða mer, klokkan nýggju er”.
Komin á Nakkin og ongin hara enn, “hvar fara okur”, siga báðir í senn.
Eitt kann er gera, av Sigmundi lerdi frá, men ongin má síggja okun fara har.
Niðurlag:
Eg eri svangur, hvat er klokkan nú, hvat heldur tú? Hvat heldur tú?
Páll í tasku hyggur. “Hygg hon sjálv, klokkan hon er tólv”.
Tá báðir fingu úr skjáttuni mat, var tað sum ljóði úr kirkjutorni lat.
Men Andras ei tordi at siga eitt orð, tí so kundi lætt-i-liga blivi morð.
Niðurlag:
Eg eri spentur, hvat er klokkan nú, hvat heldur tú? Hvat heldur tú?
Páll í tasku hyggur. “Líka feitt, klokkan hon er eitt”.
Niður til Vatnið og upp gjøgnum Skarð. “Hvar var tað nú, ið haruholan var”?
Páll visti líka, hann onga holu sá, tí Pauli ei vildi vísa honum á.
Niðurlag:
Eg eri móður, hvat er klokkan nú, hvat heldur tú? Hvat heldur tú?
Páll í tasku hyggur. “Ongin neyð, klokkan hon er tvey”.
Hevði nú Sigmund bara verið her, so kundi hann jú fingið hjálpt mer.
Ongar holur Andras mintist til, kanska er ein í Lítla Gil.
Niðurlag:
Hygg ein ungi, hvat er klokkan nú, hvat heldur tú? Hvat heldur tú?
Páll í tasku leggur lítla sníð. “Klokkan hon er trý”.
Brøður so fegnir skunda sær heim, báðir nú hildu fast í taskureim.
“Ongin má síggja, hvat í tasku er. – Men hvat er tað nú sum ringir her”?
Niðurlag:
Tað er vekkarin, sum ringir nú, hví heldur tú? Hví heldur tú?
Páll á hinar hyggur, er bim be lim. “Klokkan hon er fimm”.