Skjúttara sangur 1996

Skjúttara sangur
(lag: Veturin kom við kulda og kava)

Dagurin kom við kulda og kava,
ringt er hjá skjúttarum, ganga og mala,
tíðliga av songina fara.
Burtur úr túninum hundurin rýmur,
hart rópar Rólant, “ovseinur uppi”,
inni situr kúrandi Pauli.

“Kóka nú kaffi, ger matin til reiðar,
langt er at ganga um nógvar teigar,
dagurin verður helst langur”.
Niðri í Húsgarði feðgarnir búgva,
Bergur og Kristian á morni snimma,
Kanska teir enda í Dimmu.

Puntabyrgs-abbin segði frá søgum,
tá hann skeyt harur á ungum døgum,
Magni var grammur at lurta.
Niels Gunnar bert hugsar um trygging og TB,
Einar er kátur og Dion er fegin.
“Nú er bert steypin at lumpa”.

Sunnan av oynni er nýklaktur pápi,
vaskaði drongin við grøn(ari) sápu,
Jens Petur er altíð tann fyrsti.
Hvør verur kongur og hvør verur dýrast,
Mikkjal og Bergur bert standa og mýrast,
Stemmur teir roknað frá øllum.

Ásmund og Trond gera byrsuna klára,
Tórur er bangin og byrjar at tára,
har kemur Signar við lerki.
Nú kemur Sigmund, hann brosar av frøði,
Hallur úr Heiðunum kemur við øði,
“Ei skullu teir steypin fáa”.

2-11-1996
bevist
Best Er Vit Ikki Skjóta Trøll