Kvøða til haruna 2021

Kvøða til Haruna
Lag: Nina kære Nina

Je eri vána skjútti, beiskur veruleiki er.
Onga flotta byrsu, tóman posa hvørjaferð.
Millum allar hinar, je haldi mje tó til.
Men ongantíð tað gongur, soleiðis sum je tað vil.

Hara góða hara, nú eri je her.
Hara góða hara, ansi eftir ter.
Tú fann ter skjól í setri,
sum til tín je havi bygt.
Har lívd tú fært á vetri,
og her kanst tú sita trygt.

Fyrstu ferð, ið je ter møtti, tú ein brúnur ungi var.
Je var ivaleysur, je má eiga handan har.
Nú ert tú vaksin hara, nógvar ungar hevur lagt.
Um okra loyndarmál, je havi ongum øðrum sagt.

Hara góða hara…

Aftur nú í morgun, tá je kom á tína gátt.
Tíni eygu lýstu, og at síggja tje var gott.
Fyri góðar løtur, frá mer skal ljóða tøkk.
Je tín verji eri, til tín sól í havið søkk.

Hara góða hara…

HíH