Uppskrift hjá Birgir S. Rasmussen

Steikt hara til 4 fólk

Tilfar
2 harur
1 pk. baconskivar
piparmix
soð
1 supputerning
mjøl til javning
1 pk. róma
4 cl reyðari saft
Soja kulør

Arbeiðsháttur

Lat harurnar hanga uppi í hjallinum nakrar dagar (1-7). Skrælla harurnar, sker alt kjøti av teimum í smáar bitar og legg tað í mjólk ella róma eina nátt.

Steik kjøti í eini steikisúgv í 30 min við ca. 125 gradir. Sker baconskivarnar í smáar bitar og koyr í saman við harukjøtinum. Her kann man eisini stoyta ein pk. róma omaná. Steik nú alt kjøti í 30 min við 200 gradir. Krydra nakrar ferðir við piparmix.

Tak soð úr steikisúgvini til sós og set at kóka. Tilset ein supputerning og passaligt av javningi. Blanda ein pk. róma, eitt sindur av piparmix og eitt sindur av reyðari saft (fyri sødleika). Farva við við soja kulør.

Servera við hasselbakaðum eplum og hav reyðvín ella jólabryggj afturvið.