Lítli Knút úr Streymnesi

Ónsdagin hin 11. august 2021 bleiv jeg kontaktaður av Eyðfinn Magnussen, sum visti um eina haru, ið fyrr um dagin var blivin fanga norðuri í Streymnesi av Knút Jakobsen. Hetta var sjálvandi tí, at okur í klappjaktini altíð eru áhugaðir í at fáa nýggj harugen suður fyri at mótvirka innalvi.

Jeg var sjálvur staddur í Danmark, men ringdi beinaveg til Knút sum fortaldi mær, at hann fyrr um dagin hevði verið á fjallið Fyri framman, fremra parti, og tá gingið seg fram á ein lítlan haruunga sum honum eydnaðist at fanga. Jeg lovaði honum at ringja eitt sindur runt og finna eina loysn, so ungin kundi fáast suður og sleppast upp her í Trongisvági. Hanus bjóðaði seg til at koyra norður eftur unganum, fáa hann suður til Havnar og umborð á Smyril seinni um kvøldi. Magni, okra SSL maður, skuldi so samstundis boða manningini á Smyrli frá og fixa øll flutningsloyvir, ið kravdust. Haruungin lendi so á Krambatanga umkring midnátt, har Magni sjálvur stóð klárur og tók ímóti.

Dagin eftir fóru so syskinabørnini Magni og Niels Gunnar vestur undir Nakkin og sleptu unganum innar í eina holu sum Magni plagar at draga haru úr í klappjaktini. Vónandi yvirlivir hesin haruungin tó komandi jakt og nær at blanda síni Streymnesgen við lokalu harunum í 2022.

Magni og Niels Gunnar mettu haruungan verða so lítlan, at ikki var ráðiligt at seta kips í oyra ella at onkursvegna marka ungan. Tíverri merkir hetta samstundis, at okur neyvan fáa at vita hvussu lagnan verður hjá hesum haruunga, og tí mugu okur bara vóna, at hann megnar at halda seg á lívi gjøgnum komandi vetur og harujakt. Tað eydnaðist heldur ikki at staðfesta kyn á unganum.

Síðan tað var Knút Jakobsen, ið fangaði fittan haruungan til okum, hava okur valgt at kalla ungan fyri Lítla Knút. 

JRS