Haruskjóting er tough guys’ business
Virkið, sum mín vinmaður arbeiðir fyri, hevði keypt ein haruhaga, og hann hevði bjóða mær við. Av onkrari orsøk heldur hann meg vera ein harðan háls, og eg havi bara latið hann verið í teirri trúgv
Halló Andy! Vit møtast í kantinuni á arbeiðsplássinum hjá mær í døgurðatímanum fyri at práta um haruskjótingina. Vh. Olli.
Hesu boð komu við t-posti til mín í morgun. Super! Hugsaði eg við mær sjálvum, gott at sleppa at royna okkurt annað, langt burtur frá konufólki, børnum, Pampers, zinksalvu o.s.fr. Í hesum javnrættindatíðum sluppu sjálvandi ongi konufólk við, hetta við haruskjóting er ein mansverð, bert teir “harðastu” sleppa við. Tú fært roynt tínar seinastu restir av yvirlivilsis driftunum, “et ella verð etin sjálvur, júst sum úti í vinnulívinum”, sum stjórin tók til í døgðuratímanum, tá haran var til viðgerðar.
Eg havi ongantíð sjálvur verið við, men nú skuldi tað vera!! Bókhaldarin bakkaði út rættuliga tíðliga, dóttirin fylti 5 ár, og har mátti hann vera, onkur annar “kundi” ikki, tað var heilt vist at teir tordu ikki. Gott at sálda mammudreingirnir frá beinan vegin. Men eg ætlaði mær fanin í galið við, kosta hvat tað vildi.
Hvat? Eg fekk ikki fylgt við í prátinum í kantinuni. Teir tosaðu um einkultar byrsur, one shot one kill, dublettir, yvir og undir, calibar, patrónir, tal av høglum, høglspjaðing, rekylir, “Off road skógvar” Helly Hansen jagt-jakkar og annað mangt, men eitt fangaði eg, tað var magasinbyrsa, ella pumpgun sum stjórin segði seg hava, 5 skot.
Eg valdi bara tiga fyribils, men út í býin mátti eg, at keypa útgerð. Fyrst og fremst eina byrsu. Persónliga kundi eg hugsa mær eina amerikanska M-16 riflu, við einum byrsumáli uppá einar 550 m. Við granatvarparanum M205 og náttarkikarasikti liggur prísurin á uml. 200.000 kr., men læt tað fara hesaferð.
Eg fari í býin at slíta magnetstrimlin. Inn í ein ítróttarhandil. “Jaaaa??” sigur krambakallurin, hann hugsaði helst, at eg sum so nógvir aðrir kontórmenn í Havn hevði fingið eitt joggingflipp, vildi av við búkin fyri millum annað at hækkað scoringskoefficientin i Kagganum, og var komin at keypa einar rennuskógvar.
“Byrsur!” Segði eg sjálvsikkur, “hin gamla er slitin, so ein nýggj má til. Í hesum harutíðum,” legði eg skemtandi afturat, “hvussu er við úrvalinum?” “Vit hava uppi á loftinum kom við.” Her vóru alskyns byrsur, krambakallurin vísti mær eina einkulta. Einkulta? hugsaði eg við mær sjálvum, hvat heldur tú meg vera? í bókini “På vej til Galgen” hevði Edge eina fleiriskots Winchester repeater byrsu.
“Er eingin magasin byrsa?” spurdi eg, “tí veitst tú, er tað fleiri harur, so er ikki tíð at standa og løga í tíð og ótíð.” “Her er ein Remington, 5 skot” segði krambakallurin.
Remington! Tað fóru sitringar ígjøgnum kroppin. Í “El Gringo” hevði Morgan Kane eina Remington, for helviti! Hetta var byrsan, hesa mátti eg hava. 8500 kr. og hvat so? Man má bløða fyri góðsku. “Patrónbelti?”, segði eg.” Jú!” segði krambakallurin, vit hava hesi beltini til 20 skot, og tað plagar at vera nokk. Hvat veitst tú um tað, hugsaði eg við mær sjálvum. Morgan hevði sjálvdan minni enn 50 skot uppi á sær. “OK!” segði eg, “so má eg hava tvey patrónbeltir.”
Val hýrdur dró eg kortið ígjøgnum sprekkuna, skrivaði undur og fór út úr handlinum við byrsuni, beltunum og 400 skotum.
Hvat manglar nú? Klæðir! Inn í annan handil, eitt Helly Hansen-sett, jakki og buksur úr nýggjum stoffi, toldi kulda niður í -30gradir celsius. 8450 kr. Dýrt, men sjálvt Heindrikkur hjá Margretu og Kristian hjá Janni høvdu ikki hetta slagið, tí tað var nýkomið á marknaðin.
(Annars hevði eg lisið á netinum at man kundi keypa ein trý-skinns Gore-Tex Alpenglow Marmot Thunderlight fjallajakka, men teir jakkarnir kostaðu 32.000 kr.)
Nú manglar bert skógvar, einar Gore-tex off road, sum høvdu sparkað Hillary og Tenzing niður í triði deild, tí góðir máttu teir vera, og so keypti eg eisini eina ísøks, bara soleiðis at hava til at takað, um man kom í neyð á einum jøkuli. Ein Suunto Vector hæddarmálara við innbygdum kumpassi Kr. 1595. Hann var góður at hava um ein viltist í fjøllunum.
Heimkomin hevði eg eina forðing afturat, tað var at siga við konuna at eg ikki var tøkur leygardagin, og tær avtalur, vit annars høvdu fyri tann dagin, mátti fyri mítt viðkomandi avlýsast. Tað vóru tveir mátar at gera hetta. Hin bleyti og hin harði. Eg valdi sjálvandi hin harða, og tað var við beinleiðis álopi, herja á, aðrenn hon kundi koma fyri seg. Eg møtti henni í køkinum, hugdi beint í eyguni á henni og segði “Eg fari at skjóta harur í morgin, og tað kann ikki diskuterast!”
Tað vóru eingin tekin um, at hon fór at blíva ill, eg kendi teknini, fyrst bleiv hon rastleys, læsti munnin saman, rodnaði og bliknaði, og tá plagdi tað at koma, men hesaferð var eingin upphiting, hon eksploderaði uttan ávaring, júst sum Krakatau á sinni. “Altíð, altíð, aallttííðð sk
” eg hoyrdi ikki meira, tí eg var á veg oman í kjallaran og klamsaði hurðina eftir mær. Hon man fara at sissa seg. Og í sama viðfangi setti eg mær fyri ikki at siga henni um tær 18.000 kr. eg hevði skrætt úr budgettinum og nýtt til útgerð. Tað fór kanska at verða ov nógv hjá henni at svølgja nú, beint upp undir jól.
Aftaná at hava gingið eina løtu eftir fjøllunum norðanfyri Havnina vóru vit komnir á staðið. Hetta var lívið, hetta var “back to nature” Eitt sindur kalt var í veðrinum, men eg var í toppform. Fleiri av hinum veiðimonnunum høvdu eina fløsku av kraftmiklum drykki, sovorið sum ítróttarfólk drekka, tað hevði eg gloymt at fingið mær við, men hvat? Morgan Kane hevði heilt vist svavað haruna og drukkið blóðið um hann var komin í neyð av tosta. Eg skimaðist rundan um meg, meðan eg gekk, skógvarnir vóru óføra góðir og ísøksin gav mær tryggleika, hóast ongin ísur var. Byrsan var góð at halda um. Okkurt hissini skot var at hoyra, men enn hevði eg onki annað livandi sæð uttan eina kráku, eg hugsaði eina løtu um at skjóta eftir henni fyri at stilla siktið, men hon var heldur langt burtur. Tolni! tað er týdningarmesti eginleiki hjá veiðimanninum. Hvat er felagsnevnarin fyri menninar í teimum klassisku bókmentunum so sum Walt Slade, Edge, Bill og Ben og Morgan Kane? jú, tað er tolni, “tolni trívst” søgdu teir gomlu, og tolin má eg vera.
Knappliga er hon har. Eitt gráligt hoppandi ullarknýti skamt frá mær, steðgar á og skimast. Eg frysti til ís, og meðan adrenalinpumpan arbeiðir við fullari megi, lyfti eg spakuliga byrsuna upp, leggið skeftið væl afturímóti økslini, kjálkan niðurá og siktið eftir byrsupípuni, haran hoppar longur niðan og á skák burtur frá; hjartað hjá mær hoppar í takt í hesum dance macabre, knappliga vendir hon og kemur beint ímóti mær og steðgar. Eg stari beint í eyguni á henni og soleiðis standa vit eina løtu. Tað er nakað frumkent við hesi løtuni, møtið ímillum mannin og djórið. Á hendan hátt hava vit menn staðið síðan tíðarinnar morgun-.
“Morgan Kane kneb øjnene sammen og stirrede langs det kolde riffelløb. Siluetten af Sangre de Christo-bjergene blev langsomt fremhævet af daggryet. Han var svag og hadade sig selv, hadede den grove blyklump i riflen. Han vidste, at kuglen ville rive dyret i stykker, sprænge den smukke pels, knuse væv og nerver og kvæle dyret i chock og blod. men han trængte til dyret – trængte til kødet. Skuddet flængede stilheden.”
Fantasktiskt!! Hetta er “Suerta suprema”, seinasta fasan í veiðuni. Hetta er “Hora de verdad”, sannleikans tími! Eg avsikri byrsuna og við “Villdýr smakkið” í munninum brenni eg tvey skot av, hon fer at hvína og kemur við ferð ímóti mær, men tætt hjá mær steðgar hon og liggur. Til tess at tryggja mær at hon er deyð, seti eg byrsumúlan niður á høvdið á haruni og gevi henni eitt nakkaskot.
“Hvat helviti gert tú?” segði Janus, ið var maðurin næst mær.
Men eg ønti honum ikki aftur, eg hevði fingið eina haru og hann onga!
Veiðimaður, tað er lívið. Í skýmingini hittust vit allir oman fyri Hotell Føroyar, og løgdu fongin í eina rúgvu. Dagurin hevði verið misjavnur hjá monnum. Tríggir høvdu onga fingið, tveir høvdu fingið eina og onkur hevði fingið sjey. Tilsamans 37 harur. Vit skuldu býta fongin í 12, men eg ynskti sjálvandi at “mín” hara skuldi í mín part. Tað er nakað persónligt, hetta at drepa og eta sítt egna. Teir flentu eina løtu eftir tí høvðuleysu haruni men samtyktu mínum ynski.
Vit stóðu so eina løtu og reypaðu, tosaðu um hvat vit skuldu fara at fáa okkum at eta tá vit komu heim. Onkur skuldi hava reytt kjøt og reytt vín, annar grindabúff og aftur annar svartan fugl. Flest allir skuldi hava skarpan og øl, og tað ætlaði eg mær eisini, hóðast eg visti at henni einki dámdi at eg fekk mær sovorið, men tað legði eg líka í. Morgan Kane plagdi at ballað eina “Bull Durham” og drekka “Old Grand Dad Kentucky- whisky,” hetta slagið átti eg ikki, men Lagavullin, tað átti eg, og tað var tað fyrsta eg skuldi hava tá eg kom heim.
Við hús legði eg fongin í kjallaran, og komin uppá, hitti eg konuna í køkinum. Hon var blíðkað aftur. “Oyss hey góði, ert tú afturkomin?”, segði hon og legði afturat “Vilt tú ikki hava ein heitan drekkamunn og eina franskbreyðflís við osti?, tú mást verða bæði svangur og kaldur av langari ferð!”
Franskbreyð og temunn, hugsaði eg við mær sjálvum. Hon hevur ikki skilt eitt pettið av tí heila.
“Nei takk” segði eg “eg skal ongan drekkamunn hava, eg skal hava brennivín! Veiðimenn drekka ikki drekkamunn og eta franskbreyðflísar við osti, basta! Teir drekka brennivín, og helst Whisky”, og í somu øði fór eg innar í stovuna, tók Lagavullinfløskuna, og meðan hon við báðum hondunum fyri munnin eygleiddi meg, beit eg um proppin, hálaði hann úr, spýtti hann á gólvið, hugdi beint í eyguni á henni og fekk mær ein stóran slurk!
Andras Sólstein