Karlos úr Kollafirði

Ónsdagin 19. november 2013 skrivaði Karl L. Thomassen úr Kollafirði á facebook bólkin Haruskjóting í Føroyum, at hann sama dag hevði fanga eina haru í Kollafirði og um nakar var áhugaður í at fáa hana til at slepp upp.

Okur, Birgir og Jens Rói, settu okum beinavegin í samband við Karl, og gjørdu avtalu um at koma eftir haruni og fáa hana suður at sleppa út í ein haga har klappjaktin verður gingin.

Karl, sum var sera blíður, fortaldi, at hann hevði fanga haruna beint norðanfyri Kollafjørð fyrr um dagin. Hann hevði eisini staðfest, at haran var ein kallkyns hara.

Haran var stór og væl fyri og eftir sum hon bleiv fangað av Karl, doypti okur haruna “Karlos”.

birgir karols karlos alene karos í buri

Karlos bleiv koyrdur í ein kassa, settur umborð á Smyril, sum legði leiðina suðureftir kl.1830.

Einar avheintaði so Karlos, tá Smyril legði at á Krambatanga kl.2130.

Einar syrgdi fyri, at Karlos fekk eitt blátt klips, við talinum 7, fest í vinstra oyra, áðrenn hann bleiv sleptur leystur norðanfyri rættina í Húsgarðshaga.

karlos arenn klips karols klips

So nú vóna okur at Karlos klárar at yvirliva veturin og megnar at innføra nýggj haru-gen til harustovnin í Suðuroy.

Januar 2017

Petur Karl fann fyrst í árinum uppi á røðini, millum Hvanna og Mannagjógv, í Húsgarðshaga eina deyða haru við bláum klipsi í oyranum. Í klipsinum stóð talið 7 og tí kunnu okur við vissu staðfesta, at haran er Karlos, sum okur í nov. 2013 fingu frá Karl L. Thomassen úr Kollafirði. Avstandurin millum har Karlos bleiv sleptur nov. 13 til har hann bleiv funnin deyður í jan. 17 er umleið 1,4 km.

hhg