Vatnsdalsgildið 2018

Vatnsdalsgildið (lag: Stórhvalagildið)

Ein vísa nú her ljóða skal, um teir fýru søtu
har flottasti hann dagliga – spákar runt í Gøtu.
Fóru sær ein hagatúr, at fiska síl og sova lúr,
Pole, Hallur, Andor Måns og Signar Mortensen.

Men Vatnsdalur hann fjalir seg, tá mjørkin liggur tættur,
so Månsurin hann stýrdi skeift og mundi ei sæst aftur.
Svínadal hann gekk seg í, og Pole svakur “ hví áá hví”,
bjargaðir pr. telefon av sjálvum Heiðalot.

At vitja henda vakra dal, tað dámar mongum monnum
og góðan búff teir høvdu við, so vatni rann úr tonnum.
Fiska síl og hugna sær, kanska ein snaps nú ongin sær,
sungu teir og lagið var, sum verða mann framúr.

Men veðurgudur súrur var og oysti regni niður,
á seyðhúslofti allir teir – máttu setast niður.
”Signar verð nú stillur tú, tit søgu skullu hoyra nú”,
segði gamli Perssonur og fekk sær ein aftrat.

Tann weekendin í Vatnsdali, har var eitt óført gildi,
har Signar Mohr á vatninum við papírsskipi sigldi.
Tá Hallur fór at syngja tátt, var Pole um at fáa propp,
í ørvide teir sótu har og bóðu faðir vár.

Tá túrurin at enda var, og byrja var at ganga,
sum fetini tey vóru tung og høvur niður hanga.
Hundasjúkir vóru teir og ein hann læt ”je kann ei meir”,
fall í fátt, til jarðar small og ringdi eitt eitt tvey.

“Góðu tit á MRC, nú mugu tit mær trúgva,
je nestan deyður liggi her og kann ei um tað lúgva.
Knæði tað í fillum er, je eri um at doyggja her,
sendi suður tyrluna og bjarga okum heim”.

Teir tríggir yngru óskaddu, teir vistu ei av nøkrum,
sum nevslidnir teir stóðu har – tá tyrla yvir røkrum.
Signar Mohr og Hallur tá, fingu sum ein frammaná,
”Rukkur okur verða nú, tað er sikkurt er og vist”.

Teir neyðstaddu so flugu høgt, við tyrlu upp um fjalli,
og løgnir tankar fuku runt – í heysinum hjå Halli.
”Signar je skal siga ter, hetta vænti je nú sker,
tá teir hetta frætta ja, so yrkja teir ein tátt”.

Á flogi yvir Knúkaborg, eitt himmalskt undur hendi,
og skiparin fekk harraboð – í Hvalba síðan lendi.
Skaddi Måns hann grøddur var, nej eingin veit hvat hendi har,
steinrunnin har læknin sat og skilti ei eitt kvæk.

Í Føroyum vita øll nú hvørjir hesir fýra eri,
har hvør og ein teir burdu blivið lagdir uppá lærið.
Søgan hon tó stuttlig er, og tveir teir sita inni her,
latum okum rejsa upp og rópa hart hurra.

Sámal