11/11-23. Klappjaktin 2023 var í dag og úrsliti gjørdist 69 harur. Harukongur gjørdist Ragnar við 10 harum, Niels Gunnar nr. 2 við 7 og Birgir nr 3. við 6.
Bergur og Bárður fingu eisini 6 harur, men tær hjá Bergi vigaðu minni enn tær hjá Birgja, meðan ein hjá Bárði bleiv kolldømd.
12/11-22. Klappjaktin 2022 bleiv gingin í dag og úrsliti gjørdist 75 harur. Veðrið var ikki av tí besta og mjørkin argaði jaktina gjøgnum allan dagin. Har umframt var tyrlan hjá Atlantic fleiri túrar á Tempilskletti og órógvaði hetta eisini almikið.
Harukongur gjørdist Birgir Rasmussen við 11 harum, nr. 2 gjørdist Benjamin við 9 harum og honum á baki sum nr. 3 gjørdist Einar við 8 harum. Einar vann uppá hægri vekt enn Bárður, sum eisini fekk 8 harur.
19/7-22. Hendan vakra sunnudagin, fóru menn, 13 í tali, í hagan at gera haruholur, árliga sonevnda holudagin. Hesa ferð valdu menn at fara niðan frá rættini í Húsgarðshaga, upp Kolskarð og síðan norður eftir mýrunum, norður á Gásamansklett. Tað blivu eini 30 góðar haruholur gjørdar hendan góða sunnudag.
11/11-21. Klappjaktin 2021 bleiv í sera góðum veðrið gingin í dag og úrsliti gjørdist heili 106 harur. Hetta er tað næstmesta tal av harum yvirhøvur sum fingið í klappjaktini, aftaná metári 2020. Harukongur gjørdist Kristian Stórhamar við heili 16 harum og er hetta nýggjundu ferð at Kristian gerst harukongur. Nr. 2 gjørdist Birgir við 9 harum og honum á baki sum nr. 3 gjørdist Bárður somuleiðis við 9 harum, Birgir vann uppá hægri vekt.
7/11-20. Klappjaktin 2020 var í dag og úrsliti gjørdist heili 117 harur og er tað greitt nýtt met. Harukongur gjørdist Jens Rói við 13 harum, Birgir nr. 2 við 12 og Kristian nr. 3 við 10. Magni fekk somuleiðis 10 harur men tær hjá Kristian vigaðu eitt vet meira og tí mátti Magni taka til takka við fjórða plássinum.
6/11-19. Klappjaktin 2019 bleiv í dag gingin og úrslitið gjørdist 66 harur. Tað er eitt vet yvir miðal sum síðan 1981 er 53 harur. Ragnar og Einar fingu 7 í part, men síðan harurnar hjá Einar vigaðu meira, gjørdist Einar harukongur og Ragnar nr. tvey. Birgir og Jens Rói fingu 6 í part, og tí Birgir hevði hægri vekt fekk hann triða pláss.
9/11-18. Klappjaktin fyri 2018 bleiv gingin í dag. Úrslitið gjørdist 80 harur og harukongur gjørdist Magni Petersen við 12 harum. Jens Rói Sørensen var næst við 11 harum og Birgir S. Rasmussen trið við 10 harum.
21/4-18. Í dag fóru 8 mans niðan í Húsgarðshaga og settu kósina móti Bøkkinum. Endamálið var at gera haruholur og tá manningin kom aftur vóru útivið 40 haruholur gjørdar eystanfyri Mannagjógv og Bøkkin. Ein frálíkur túrur og myndir eru tøkar í myndasavninum.
4/11-17. Klappjaktin fyri 2017 bleiv gingin í dag. Úrslitið gjørdist 63 harur og harukongur gjørdist Kristian Stórhamar við 9 harum. Andras Nolsøe var næst við 8 harum og Ragnar Nolsøe trið við 7 harum. Magni Petersen fekk somuleiðis 7 harur og gjørdist nummar fýra.
27/09-17. Kunning um nýggju vápnalógina
Sum kunnugt er vápnalógin dagførd frá 1. januar 2017. M.a. skulu øll skotvápn verða skrásett í eini vápnaskrá, og allir skjúttar skulu hava vápnaprógv. Á hesi leinkju ber til at lesa kunning um vápnalógina, sum er tikin frá heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni us.fo.
2/11-16. Klappjaktin fyri 2016 bleiv gingin í dag. Úrslitið gjørdist 50 harur og harukongur gjørdist Jens Rói Sørensen við 7 harum. Einar Petersen var næst við 6 harum og Magni Petersen trið við 6 harum. Kristian Stórhamar fekk somuleiðis 6 harur og gjørdist nummar fýra.
8/10-16. Í samband við verkætlan um lit á harum hjá Eyðfinn Magnussen á Fróðskaparsetrinum, fóru Ragnar og Jens Rói saman við rakstrarmonnum í Riddalshaga, ma. Dion, Einar, Birgir og Niels Gunnar, norður í haga og settu upp myndatól framman fyri trimum útvaldum harusetrum. Har skulu tey standa í nakrar vikur og taka myndir av harum, ið koma framvið. Tólini blivu sett upp mitt í Driddali, í Langagili og á Bláfossi.
7/7-16. Árla á morgni fóru harumenn niðan á Ranan og skutu nøkur skot fyri Tóra Strøm, ið hendan dag fylti 60 ár. Tórur, ið gjørdist sera ovfarin og rørdur, bjóðaði síðan inn til ein kaffi og morgunbreyð.
16/4-16. Í dag fóru Magni, Birgir og Jens Rói í hagan at gera haruholur. Tað blivu til eini 15 góðar holur úr Hvannagjógv, um Mannavarða, eystureftur Mýrunum og eystur í Klettarnar. Hesaferð hevði okur rottugift frá kommununi við, sum bleiv lagt út á túrinum. Harumframt samlaðu okur uppí ein hálvan skrelliposa av óruddi, ið okur tóku við til húsa. Sí myndir í myndasavninum.
5/11-15. Hendan dagin hevði heimasíðan 394 vitjandi og er hetta næstflest uppá ein dag. Metið er heili 827 vitjandi.
4/11-15. Klappjaktin fyri 2015 bleiv gingin í dag. Úrslitið gjørdist 70 harur og harukongur gjørdist Einar Petersen við 10 harum. Birgir S. Rasmussen var næst við 7 harum og Mikkjal Bærendsen trið við 7 harum.
2/10-15. Bonkurin frammanfyri standmyndina í Syðrutoftum er nú liðugur. Bonkurin eru nú málaður í vakrari brúnari farvu og sigast má, at endaliga úrslitið er einastandandi vakurt. Myndir kunnu síggjast í myndasavninum undir Standmyndin í Syðrutoftum
18/4-15. Í dag fóru Kristian, Hanus, Birgir og Jens Rói norður í haga at gera haruholur. Tað blivu til 20 góðar holur eystarliga í Húsgarðshaga, frá undir Kolskarði og norður til Gásamansklett. Harumframt eydnaðist tað at skjóta 3 skúgvar, sum seinnu árini hevur nørt seg nógv her í økinum. Sí myndir í myndasavninum.
7/3-15. 10 mans umboðandi klappjaktina vóru í dag við til at fyriskipa stóra konsert/dansitiltakið, Frændur 30 ár, sum bleiv hildið í ítróttarhøllini í Trongisvági. Uppgávan, sum var at standa vakt og syrgja fyri upprudding, bleiv loyst til UG, og fyri ómakin fekk felagið eina góða samsýning.
8/12-14. Heimasíðan hevur nú fingið fatur á myndum frá haruballinum í 1996. Heimasíðan hevði frammanundan ongar myndir frá hesum ballið, so okur takka Hanus stórliga fyri myndirnar. Myndirnar eru at síggja í myndasavninum.
10/11-14. Hópin av myndum frá jaktini 2014 og haruballinum eru nú at síggja í myndasavninum.
6/11-14. Hendan dagin hevði heimasíðan 277 vitjandi og er hetta næstflest uppá ein dag. Metið er heili 827 vitjandi.
5/11-14. Klappjaktin fyri 2014 bleiv gingin í dag. Úrslitið var 58 harur og harukongur gjørdist Birgir S. Rasmussen við 7 harum. Hanus Stórhamar var næst við 6 harum og Magni Petersen trið við 6 harum.
4/11-14. Birgir, Ragnar, Kristian og Jens Rói vóru aftur í Syðratoftum í dag og arbeiddu uppá bonkin framm fyri standmyndin. Arbeiði er nú nærum liðugt.
27/10-14. Klappjaktin fekk í dag umrøðu í útvarpssendingini Við Tórði á túri. Innslagi kann hoyrast við at trýsta her og spola til 34:14 min. Bergur Stórhamar hoyrist greiða frá um upprunan til jaktina og um standmyndina, meðan aftaná práta Hallur í Heiðunum, Einar Petersen og Birgir S. Rasmussen um sjálva jaktina.
4/10-14. Í dag vóru Birgir, Jens Rói og Kristian uppi í Syðrutofum og settu pelar niður, í samband við at ein bonkur skal gerast. Pelarir, sundurskorin gamal lygtapeli, blivu stoyptir niður í jørðina frammanfyri standmyndina. Eisini bleiv ein fótur til eina flagstong stoyptur.
27/9-14. Fundur hildin heima hjá formanninum, har nógv ymisk evni blivu viðgjørd. Hallur, Birgir, Jens Petur, Vagnur, Rasmus, Ásmund og Jens Rói vóru møttir.
19/4-14. Hendan dagin vóru Hallur, Jens Rói, Hanus og Birgir vesturi í Líð og gjørdu haruholur. Úrslitið bleiv yvir 20 sera vælgjørdar haruholur í økinum undir Bláskorum og undir Nakkinum. Myndir frá degnum síggjast í myndamappuni Holudagur 2014.
30/12-13. Hara fanga í Sumba, bleiv í dag sloppin leys í Húsgarðahaga. Sí nærri undir Ymist og Innflutningur av nýggjum harum.
23/11-13. Niels Gunnar, sum gav avboð til klappjaktina, var ein túr í dag og fekk hann eina haru vesturi í Líð. Einans tvær vóru at síggja.
19/11-13. Ein hara fanga í Kollafirði, bleiv í dag sloppin leys í Húsgarðshaga í eini roynd at innføra nýggj harugen. Ein stutt grein um hetta sæst undir Ymist og Innflutningur av nýggjum harum.
17/11-13. Ein samandráttur av klappjaktini í ár er nú klárur og sæst undir Greinar o.a.
12/11-13. Hópin av myndum frá ársins Klappjakt og haruballi eru nú at finna í myndasavninum.
03/11-13. Hendan dagin vóru 827 vitjandi inni á hesi heimasíðu og er hetta samstundis rungandi nýtt met. Gamla metið var 181 vitjandi.
2/11-13. Klappjaktin fyri 2013 bleiv gingin í dag. Úrsliti var 93 harur og harukongur gjørdist Einar Petersen við 14 harum. Kristian Stórhamar var næst við 11 harum og Birgir S. Rasmussen trið við 9 harum.
22/8-13. Eftir at hava gjøgnumgingið øll bløðini, ið blaðið FøroyaTíðindi gav út, eru upplýsingar um haruskjóting í Trongisvági komir undan kavi. Tilfarið finst undir Klappjaktin og Greinastubbar úr FøroyaTíðindi.
16/5-13. Jens Pauli Nolsøe hevur gjøgnum FøroyaTíðindi funnið fram til hvussu klappjaktin í 1952 eydnaðist. Fyri at koma til hagtølini fyri 1952, trýst her.
19/1-13. 36 myndir frá jaktini 2008 lagdar í myndasavnið. Myndirnar eru latnar av Rannvu Berg í Heiðunum, sum sjálv var við sum klappari og fotografur.
18/1-13. Tvær skemtiligar søgar afturat lagdar á heimasíðuna. Søgunar, sum eru nr. 4 og nr. 5, finnast undir Klappjaktin og Skemtiligar søgur.
16/1-13. Nevndarfundar var í dag og nevndin skipaði seg fyribils, við Halli sum formanni, Jens Petur sum skrivara, Jens Róa sum kassameistara og Kristian og Birgja sum nevndarlimir.
8/1-13. Eitt fullfíggjaða yvirlit við nøvnunum á øllum teimum 299 persónunum, sum okur við vissu vita hava verið við í klappjaktini í nýggjaru tíð, finst nú á heimasíðuni. Skriva komplett í leititeigin fyri at finna yvirlitið.
20/12-12. Enn einaferð hevur tað eydnast heimasíðuni at fáa fatur á fleiri myndum frá Ásmund Nolsøe. Hesaferð eru flestu myndirnar frá ballunum í 1997 & 2001, frá klappjaktini í 1993 umframt ein einkult mynd frá klappjaktini í 1992. Myndin frá 1992 er somuleiðis einasta myndin higartil frá klappjaktini hetta ári.
14/12-12. 38 myndir frá klappjaktini 2012 lagdar í myndasavnið. Myndirnar eru frá Erhard Muller og Jens P. Brattalíð. Teir liggja fremst í myndamappuni sum eitur klappjakt 2012.
27/11-12. Fyrilesturin sum Jens Pauli Nolsøe hevði á 120 ára veitsluni liggur nú undir Greinar o.a.
22/11-12. Samandráttur av klappjaktini 2012 sæst nú undir Greinar o.a.
19/11-12. Nýggj síða, Tal á luttakarum síðan 1990, sum vísir hvussu nógvir luttakarir samanlagt hava verið við hvørt ár, upprætta undir Klappjaktin.
14/11-12. Nógvar myndir frá hátíðarhaldinum í Syðratoftum, tá standmyndin bleiv avdúka, og frá stóru veitsluni liggja nú í myndasavninum undir Standmyndin í Syðratoftum og Haruveitslan 2012.
10/11-12. Stórt hátíðarhald var í dag hildið í Syðratoftum, í samband avdúkingina av stórari standmynd nú klappjaktin fyllir 120 ár. Bjarni Brattalíð avdúkaði standmyndina, Hallur í Heiðunum vegna klappjaktin og Jens Johannesen vegna mentaðnarnevndina hjá Tv. kommunu hildu røður og Tvøroyar Hornorkestur spældi til eitt sera hugaligt tiltak. Yvir 100 fólk vóru tilstaðar.
8/11-12. Fundamentið til standmyndina, ið kemur at standa í Syðrutoftum, bleiv í dag gjørt liðugt. Nógv fólk var og hjálpti til og arbeiði gekk væl. Standmyndin skal avdúkast 10/11-12 kl.1330.
4/11-12. Hendan dag var nýtt vitjunarmet á heimasíðuni sett, tá heili 191 persónar vóru og vitjaðu heimasíðuna.
2/11-12. Klappjaktin fyri 2012 bleiv gingin í dag. Úrsliti var 50 harur og harukongur gjørdist Gunnar Petersen við 7 harum. Birgir S. Rasmussen, Hanus Stórhamar og Kristian Stórhamar vóru næstir við hvør sínum 5 harum.
31/10-12. Standmyndin sum Rock Trawldoor hevur gjørt, er nú liðug og kom í dag til bygdina.
26/10-12. Heimasíðan fingið 31 góðar myndir frá Niels Gunnar Petersen. Myndirnar eru frá ballunum í 1986 og 1987 umframt 6 myndir frá einum ballið seinast í 1970 unum. Kanska onkur veit rætta árstali.
5/10-12. Nýggj síða við klapparum áðrenn 1981 upprætta undir Felagið.
3/10-12. Nýggj síða við hagtølum viðv. reservaskjúttum upprætta undir Felagið. Á síðuni sæst hvussu hevur gingist teimum, ið eru komnir við sum skjúttar, tá onkur við føstum degin hevur melda avboð. Hagtølini eru aftir til 1990.
1/10-12. Yvir 220 innbjóðingarkort til 120 ára veitsluna send luttakarum í klappjaktini gjøgnum tíðina.
28/6-12. So er orkestur til 120 ára veitsluna funnið. Tað verða Hans Jakke og vinmenn, sum koma at spæla góðan tónleik. Teir ið manna bólkin eru Hans Jakke Hjelm, Jens Johannesen og Rene Jespersen.
20/6-12. Í samband við felagsskapurin í ár fyllur 120 ár, verður stór veitsla hildin í ítróttarhøllini í Trongisvági tann 10. novembur 2012. Allir persónar, ið hava luttikið í klappjaktini verða bodnir við og persónlig innbjóðingarkort við skrá verða útsenda fyrsta dagin. Veitslan er við maka.
8/6-12. Nýggj síða við hagtølum um hvørjum økjum harurnar eru skotnar í, upprætta undir Hagtøl.
23/5-12. 8 myndir frá Andras og Páll Nolsøe lagdar í myndasavnið. 4 myndir í mappuna klappjakt 2000, 2 í klappjakt 1988 og 2 í blanda haruball.
21/5-12. 29 myndir, sum Birgir S. Rasmussen tók á 120 ára degnum, lagdar í mappuna 120 ára hátíðarhald. Myndasavnið telur nú 920 myndir.
9/5-12. Klappjaktin fekk í dag handa ein gávukekk frá Lions Club Suðuroy. Á samkomu í Lions Club húsinum í Hovi handaði Lions formaðurin, Martin í Nesi, klappjaktini ein gávukekk áljóðandi 10.000 kr. Peningurin er latin sum stuðul til ætlaðu standmyndina, ið felagið ætlar at reisa í Syðratoftum. Fyri klappjaktina var tað formaðurin, Hallur í Heiðunum, ið tók ímoti gávukekkinum. Grein á Suðurrás sæst her.
25/4-12. Reglugerðin er nú online undir Felagið.
10/4-12. Fundarfrásøgn frá fundinum 31. mars og nýggja reglugerðin send øllum limum.
6/4-12. Sokallaði krosslistin, yvirlitið sum vísir hvussu ofta persónar hava luttikið í jaktini sum skjúttar/klapparir síðan 1981, upprættaður undir Felagið.
5/4-12. Næsta lokala uppskriftin til matgerð við haru løgd undir Ymiskt og Hagreiðing av haru. Hesaferð er tað Bergur Stórhamar, ið hevur latið heimasíðuni eina uppskrift.
3/4-12. Trygdarviðtøkan er nú online undir Felagið.
31/3-12. Fundur hildin í Ólastovu. 6 limir møttu. Fundarfrásøgn verður sent øllum limum via email.
29/3-12. Ovast í høgra hornið á heimasíðuni er ein leititeigur. Um man til dømis vil leita eftir einum ávísum navnið, so minst til at skriva gásareygu bæði framman og aftanfyri navnið t.d. “Jens Rói Sørensen”. Á henda hátt finnur tú fram allar tær síður har ynskta navnið stendur.
27/3-12. Aðalfundurin 2012 verur hildin í Ólastovu Øravíkarlíð leygarkvøldið 31/3 kl.19.
21/3-12. Vagnur Nolsøe latið 175 myndir til myndasavnið. Myndirnar eru frá ballunum 2002, 2007 og frá jaktunum 2002, 2006 og 2007.
10/3-12. Aðalfundurin fyri 2012 verur hildin leygardagin 31/3-12. Tíðspunkt og stað vera lýst seinni.
23/2-12. Tvey yvirlit, sum vísa allar skjúttar og allar klapparnar, ið hava luttikið í klappjaktini síðan 1981, upprættað undir Felagið.
22/2-12. Síða við fyrstu viðtøkunum fyri haruskjóting í Trongisvági daterað 17. februar 1982, upprættað undir Felagið
20/2-12. 25 myndir frá 120 ára hátíðarhaldinum í Syðratoftum lagdar í Myndasavn. Jens Petur Brattalíð tók myndirnar.
18/2-12. Sama dag sum felagsskapurin fylti 120 ár, setti heimasíðan vitjunarmet. Henda fríggjadagin vóru 106 vitjandi á síðuni, og er hetta samstundis fyrstu ferð vitjunartalið fyri ein dag fer yvir 100.
17/2-12. Hátíðarhald kl.16-18 verður í Syðrutoftum í samband við 120 ára dagin. Øll eru vælkomin.
15/2-12. Tíðindaskriv í samband við 120 ára føðingardagin sent til Suðurrás. Kunningarskriv sent øllum limum.
14/2-12. Í samband við, at felagsskapurin fyllur 120 ár í ár, er ætlanin at halda stóra veitslu fyri øllum, ið hesi árini hava luttikið í klappjaktini. Veitslan verður væntandi 10/11 2012 í høllini í Trongisvági. Meira um veitsluna verður at frætta seinni.
2/2-12. Tvær myndir frá haruballinum 1992 í Oldurdalinum lagdar í Myndasavn. Myndirnar eru frá Tróndi Nolsøe.
17/1-12. Enn ein skemtilig søgan er nú online. Hesa ferð er tað kenda søgan um, tá menn høvdu ætlanir um at gera eitt lokalt byrsufelag.
14/1-12. Uppskot til dagførda reglugerð og eina trygdarviðtøku send øllum limum til viðgerðar.
13/1-12. So var onnur søgan klár undir Skemtiligar søgur.
11/1-12. Fyrsta av vónandi mongum skemtiligum søgum er nú online og sæst undir Klappjaktin og Skemtiligar søgur. Viðmerkjast skal, at Niels Petersen hevur hjálp til at fínpussa søgurnar við góðum orðingum.
8/1-12. 159 myndir frá jaktini í 2004 lagdar í Myndasavn. Myndamaður er Bjarni Nygaard og leggjast kann afturat, at hann hetta árið fekk nakrar myndir av tí nógv umrøddu Snjóugluni. Við mongu frálíku myndunum frá Bjarna, er myndasavnið komið uppá heili 688 myndir.
5/1-12. So vóru aftur nýggjar myndir lagdar í Myndasavn. Hesaferð er tað Ásmund Nolsøe, sum hevur latið 41 myndir frá ymsum árum, millum annað frá ballunum í 1980, 1984 og 1989.
Myndasavn er nú broytt og uppsett við eini mappu pr. ár. Í mappunum, ið nevnist blandað, eru myndirnar har árstalið er ókent.
1/1-12. E-mail listin gjørdur og fundarfrásøgn frá seinasta harufundinum sent til allar limir.
31/12-11. Myndir frá haruballinum í 2007 lagdar í Myndasavn. Myndirnar hevur Tróndur Nolsøe latið.
28/12-11. Nýggj síða, skemtiligar søgur, upprættað undir Klappjaktin. Ætlanin er samla nakrar av mongu skemtiligu søgum, ið eru farnar fram undir klappjaktini. Eingi nøvn vera nevnd.
28/12-11. Limafundur hildin hjá formanninum. 7 limir møttu. Referat verður sent til allar limir umvegis komandi e-mail listan.
15/12-11. Nýggj síða, gomul mynd av harumonnum, upprættað undir Felagið. Undir myndini, ið er frá 1958/59, standa nøvnini á harumonnunum. Tó er eitt sindur óvist um øll nøvnini passa.