Haruveitslan 2022

Haruveitslan 2022
Lag: Sára eitur genta mín

Eitt ár er runnið, síðan okur seinast sótu her.
Og sanna kunnu okur allir, árið fór við ferð.
Nú samanum skal takast, hvussu roynist árið so.
Við nítum orðum royni je, og hettar er mítt boð.

Í Ólastovu sótu menn, og lagið var gott.
Teir sungu, kvóðu, reypaði, langt út um miðju nátt.
Har planir vórðu lagdir, hvussu fram nú farast skal.
So aftur næsta ár á gólvi liggur metstórt tal.

Teir holur skuldu gera, ein við myndatóli í.
Men myndatól kom einki, okur vita ikki hví.
Ov seint á morgni maður møtti, eingin hevði tol.
So hoyrdu teir hann rópa, og hann nevndi “okkurt” hol.

Um vind og regn og ætt at spáa skuldi verið lætt.
Men verri er við tokuni, frá Kjølbro havi frætt.
So Hallur hesa sakina í egna hond nú tók.
Trýr ongum metrologi ella teirra lærubók.

Lamterilsi á Tempilskletti, har ein tyrla fleyg.
Fólk trúðu har var galið, og at onkur var í neyð.
Men knappliga var friður, og at flúgva tyrlan gavst.
Tá frættist tað, at formaðurin hevði flongt Poul Laust.

Tá mjørkin tjúkkur legðist har, og vánaligt var sýn.
Í døpurhuga Andras var, sá ikki fram um trýn.
Á facebook leggur eina mynd, kann onkur siga mær.
Veit ikki hvat je eri, og hvar myndin tikin er.

Í ÚF sama kvøldið tosar ein við Sigrun Brend.
Jeg lurti og jeg haldi handan røddin ljóðar kend.
Alt annað mátti víkja, hattar vóru BREAKING NEWS.
Í Trongisvági tokan sendi harumenn til hús.

Mikkjal hevur givið svigarsoni nú stafett.
Tí klappjaktin fyri hann, er blivin alt ov lett.
Hjá honum Tempilsklettur bert er lítil túgva er.
Hann trívist best á hægstu toppum í tí stóru verð.

Legendan Kristian Stórhamar til sonin gav sín dag.
At hettar hendi longu, hevði ongin okra sæð.
Hann er tann retti maðurin at lyfta hendan arv.
Á fyrsta degi harur seks, og uttan nakað darv.

Í bilskúrið var lagið gott, sum tað jú vera skal.
Á gólvi lógu 75, so brúkiligt var tal.
Men høvuðtungir sunnumorgun, onkur hevði rús.
So míni ráð til tykum eru, drekkið jólabrús.