Klappjakt leygardagin 20. nov. 2003 – 64 harur
73. ferð skotið hevur verið í Klappjaktini síðan 1931. Harukongurin fekk 12 harur og skjúttari bleiv giftur.
Bert 14 mans møttu til klappjakt í ár. Av nýggjum vóru lítli Poul Eli og Kim Roest. Birgir skjeyt fyri pápa sín og Andras skjeyt fyri Jens Petur.
Hetta var arðu ferð roynt var í ár. Fyrst var roynt mánadagin og tá var givist við Frostgjógv. Kristian, Sigmund og Magni fingu 1 haru hvør.
Veðrið hevur verið svikaligt dagarnar frammanundan. Hann hevur malt av øllum ættum flestu dagarnar. Í gjárkvøldið var Petur Skeel í sjónvarpinum og greiddi frá bók síni; hann hevur granska veðrið 125 ár aftur í tíðina. Hann bleiv spurdur um veðrið í dag og segði, at veðrið bleiv betri enn í gjár. Hetta bleiv ikki so, tí í gjár vóru fín líggindir við sól stilli, men í dag var samregn frá kl.10 til 13, tó stilli. Annars var fyrsti leygardagurin hin besti, men tá skoðaðu Trongisvingar veðurlomb.
Tá komið var til Frostgjógv, vóru 3 harur skotnar, á Bøkkinum 6 harur og vesturi í Skarði 25 harur. Tali varð ikki fyrr enn menn vóru komnir aftur av Nakki. Stóra prátið vesturi í Skarðið var regni og at Ásmund hevði fingið 3 innan 2 min í sjálvum Skarðinum og hevði nú 6 og tá Signar kom av Nakki hevði hann 5. Signar hevði syrgt fyri at klapparin hevði stóran ryggsekk við. Formaðurin bað um, at allir fylgdust heimaftur fyrsta strekki. Tað vísti seg, at rigga væl. Men skuldi ikki verið trekt lodd, tí ávísir menn fingu bestu plássini eftir Buðunum. Tann stóri/heldigi/raski og góði skjúttin í Garðinum fekk aftur 3 harur fyri nøsini á kappingarneytunum. Og mín sann um hann ikki fekk 2 tær síðsti frá Kristiani, tá hesin sendi Hanus við byrsuni eftir eini haru. Signar skjeyt til ongar patrónur vóru eftir. Hann mátti lána sær 3 patrónur fra Magna og sum takk fyri, skjeyt hann síðsu haruna fyri nøsuni á honum á Skallarók. Kristian vildi ikki geva seg og fór ein túr vestur eftir Innaru Homrum og við tí knógvaði hann seg upp á 3 pláss. Sigmund fór niður undir Nakk, men eydnan var ikki við honum, tí har fekk hann bert eina. Heldur skuldi hann fylgt við fyrrv. klappara sínum Andrasi, tí í dag fekk hann heili 7 harur og við hesum kom á 4 plássi. Skjúttarnir undraðust hví Einar mátti fara heim. Jú hann hevði ilt í beininum, vildi spýggja og mangt annað. Men dúgligur at tosað í fartelefonina; mundi tað verða við doktaran? Líkamikið, væl varð hildið tætt. Ongin grunaði nakað. Kl.17 stóð Einar hjá sysslumanninum klárur at blíva giftur.
Hallur, Bergur, Signar og Birgir kannaðu allar harurnar, og er hetta 5. árið á rað, hetta blevi gjørt. Allir fingu harur í ár. Størsta fongin fekk Ásmund. Hann gjørdist ársins skjútti við at skjóta heili 12 harur. Við hesum 12 harunum er Ásmund millum bestu skjúttar í øll 73 árunum Klappjaktin hevur verið. Bjarni Brattalíð liggur ovast við 17 harum. Hans í Keld og Eyvind hava vist nokk fingið 16. Kristian við 15 harum.
Harurnar vigðau tilsamans 172 kg og 800 gram, ella í miðal 2,7 kg. Tyngsta haran vigaði 3,5 kg og lættasta 1,8 kg. Tað vóru 40 hon harur og 24 hann harur. 2 ungar, ið vigaðu 1,8 og 1,9 kg.
Í ár hevur sp/f Skarstein latið steyð og medaljur til 3 teir bestu.
Harukongur gjørdist Ásmund Nolsøe, klappari var Dan Mortensen. Nr. 2 gjørdist Signar Mortensen við 9 harum og nr. 3 gjørdist Kristian Stórhamar við 8 harum.
úr gerðabókini