Teir fyrstu, sum settu harur út í Nólsoy, vóru Niels á Botni og Jens Reinert. Hetta hendi í 1925. Hesar harurnar doyðu so allar út veturin 1978-79.
Í 1994 syrgdu Hergeir og Marnar á Skúr fyri, at seta harur út aftur í Nólsoy. Tá hevði eingin hara verið í oynni í eini 15 ár. Ta fyrstu haruna kom Jógvan á Argjaboða við. Tey fylgjandu árini vórðu so 11 aðrar harur settar út í Nólsoy frá ymsa staðni í Suðurstreymi.
20. februar 2010 kom Meinhard Hansen, Funningsbotnur, út til Nólsoyar við einari ungari kvennharu, sum var sett út í hagan till tess at fyribyrgja innanøring millum harurnar.
Ein fastur dagur var ásettur, har tað var loyvt at skjóta haru í Nólsoy, og longu í 1998 vóru 14 harur skotnar. Tað var ásett, at hvør luttakari skuldi gjalda 200 kr.; men tá var íroknað bæði øl, snapsur og smurt breyð, sum stóð á borðinum fyri harumonnunum, tá teir komu heim aftur úr haganum.
Í 2003 ár var so tann árligi harudagurin í Nólsoy settur at verða tann 15. nov. Tilsamans 25 mans – teir flestu herbúgvandi nólsoyingar, høvdu meldað seg til, og kl. 8.30 fóru teir so frá Brandstøðini.
Menninir býttu seg í tvinnar bólkar – teir eldru og veiku fingu í lut at fara Norður á Boga og Suður í Dalar, og har sótu teir so fyri, tá bólkurin við teimum yngru monnunum kom heimaftur heilt sunnan av Borðuni, eftir fyrst av at hava gingið niður á Breiðurók og so vórðu endaðir á Oksadalsrygginum. Allir vóru heima aftur við Brandstøðina kl. 15.30, og tá lógu 98 harur á “lit de parade”. 4 tær størstu vigaðu 3,5 kg., meðan tær flestu lógu um eini 3 kg. Miðalvektin á harunum var 2,765 kg. Hvør maður fekk 4 harur við til húsar, og tann síðsta haran var lutað kokkunum, ið borðreiddu fyri harumonnunum, sum í ár vóru ambætaðir niðri í kjallaranum hjá Réne.
Ein góður dagur var farin at halla!
Tølini frá hinum árunum eru hesi:
1998 – 14 harur skotnar
1999 – 24 harur skotnar
2000 – 60 harur skotnar
2001 – 57 harur skotnar
2002 – 79 harur skotnar
2003 – 98 harur skotnar. Miðalvektin var 2,765 kg.
2004 – 67 harur skotnar, 24 honir og 43 hannar. Miðalvektin var 2,637 kg.
2005 – 93 harur skotnar, 49 honir og 44 hannar. Miðalvektin var 2,729 kg.
2006 – 54 harur skotnar, 36 honir og 18 hannar. Miðalvektin var 2,710 kg.
2007 – 69 harur skotnar, 21 honir, 1 av ivasomum kyni og 47 hannar. Miðalvektin var 2,758 kg.
2008 – 73 harur skotnar, 64 honir, 1 av ivasomum kyni og 8 hannar. Miðalvektin var 2,632 kg.
2009 – 60 harur skotnar, 19 honir og 41 hannar. Miðalvektin var 2,630 kg (1,800 kg. – 3,450 kg).
2010 – 79 harur skotnar, 35 honir, 5 av ókendum kyni og 39 hannar. Miðalvektin av teimum 74 vigaðu var 2,704 kg. (1,750 kg. – 3,300 kg.).
At skjóta haru í Nólsoy hevur vanliga verið samskipað millum teir 3 hagapartarnar. Men í 2009 breyt Miðjan & Borðan hendan góða gamla siðin, sum tíverri er farin fyri bakka. Hetta gav so tað úrslit, at fleiri harudagar hava verið í ymisku hagapørtunum í 2009 og 2010. Latum okkum vóna, at semja fæst millum hagapartarnar nú í 2011, so veiðan aftur verður skipað og kemur undir eftirlit.
Jens Kjeld Jensen