Haruveitsla
Lag: Tað var ein vakran summardag
Tað var ein vakran vetrardag
og eru menn í veiðulag
teir møttu allir klokkan sjey
bert ein, ei skilur eitt frá tvey.
Sum Lewis upp á Skallarók
nú allir skrivast upp í bók
á toppin komu fjúrtan mans
har harur seks ei fingu kjans.
Teir feðgarnir av Stórhamri
ið høvdu felags fetil við
teir vanta gera harurok
og fylla byngju undir lok.
Ja, Einar menn á bóli tók
tá hann fekk tvær á Skallarók
og haran Skokkunum er von
hon andaðist pr. fartelefon.
Og nú til formannin, ið fór
hann skjeyt tvey skot, tað bleiv ein hálv
men annar brandur sonur er
hann fær heila haru hvørja ferð.
Niels Gunnar, Dion lið um lið
hildu haru vera farna í hi
tó heim við fongi komu teir
tá klapparar ei vildu meir.
Og, Signar hann bleiv fýrati
tó hálvan vegin kom hann við
Jón Tóri byrsu yvirgav
som hvøkti haru, ið sat fitt og svav.
Hin haran undir Skallarók
bert skjeyt í dag, hann onga tók
hann eftir fjallið spentur fer
vil vita hvat hvør maður ger.
Nú upsin aftur komin við
hann haru veit í Prestfjallið
man fann tó onga haru har
til hús tó hevði við sær par.
Tann elsti maður kongur er
var eisini til jarðarferð
nú klapparar ei fáa tøkk
um teir ei kunnu grava bøkk.
Ei nógv um Paula sigast skal
sum hendan dag ei rakti væl
tær harur hann fekk heim við sær
hann býta vil við ull av ær.
Og Ásmund, miðlingsbróður er
ímillum klapparar á ferð
við kikara í sterku reim
kom allarsíðsti maður heim.
Tit klapparar, sum eru við
og verja væl um gamlan sið
uttan tykkum borðist hevði frá
til tykkum ljóða skal HURRÁ…