Harutreffið í Syðrutoftum fríggjadagin 17. febr var eitt rættuligt “Stand UP Harutreff, tí bert 2 stólar vóru har.
Gjørt varð eitt sindur burtur úr. Merkið veitraði fram við vegnum og inni var pyntað ljósum og 2 borðfløggum.
Gestirnir fingu kaffi og lagkøku við flottari mynd av haru úti í náttúruni. Og fleiri aðrar kakur vóru eisini. Børnini fingu sunkiss og karamellur. Gestirnir fingu eisini sæð gomlu steypini og øll 9 ognarsteypini ið Kristian hevur vunnið.
Myndir av persónum, so sum Poul Johs Lindberg, sum var fyrsti tilsyndmand (formaður) og N J Mortensen, sum var fyrstur at bjóða upp á harur í 1892. Eisini mynd av gomlu viðtøkuni í grannastevnubókini frá 1892.
Á borðinum stóð (sat) ein hara (útstappa). Eisini var ein aggomul byrsa at síggja. Hon er helst yvir 100 ára gomul.
Formaðurin Hallur helt talu og hugleiddi um, tá haruskjótingin byrjaði. Bergur um gongdina og hendingarnar fram til dagin í dag. Og Jens Petur um veitsluna og standmyndina.
Fínasta slag hildu allir 40 gestirnir.