Magni bleiv tann 15. novembur 2017 uppringdur av Karlot Hergeirsson, sum upplýsti, at hann hevði verið á haruveiðu í Nólsoy og har fanga eina livandi haru. Spurdur um Klappjaktin vildi hava haruna at sleppa upp, svaraði Magni sjálvandi ja til. So haran blev fyrst silgd úr Nólsoy til Havnar og síðan suður við Smyrli kl.21. Einar tók ímóti tá Smyrli legði at, og vegna vána veður bleiv avgjørt at bíða til dagin eftir at sleppa haruni.
Dagin eftir fóru so Einar og Birgir vestur undir Nakkin, settu klips í oyra og sleptu haruni leysari. Haran tók dik á seg og spelaði beinavegin niðan undir Nakkin har hon hvarv.
Síðan haran er ein nólsoyingur, lá tað til høgrabeini at navngeva hana Fredrik eftir kenda lokaldrikkinum hjá nólsoyingum.
Klipsi, ið var sett í høgra oyra, hevði eina reyðliga/orangu farvu við “TJS” gravera í. Á myndini sæst, at hun eisini hevur klips í vinstra oyra, men hetta klipsi brotnaði, tá tað var sett í og tí bleiv eitt nýtt sett í høgra oyra. Góða eydnu Fredrik (sum tó bleiv mettur til at verða ein kvennkynshara, og tí møguliga hevði Fredrikka verið betri hóskandi sum navn).