Samandráttur av klappjaktini 2011

Fríggjadagin 4. novembur var boðað til árligu klappjaktina í Trongisvági. Sum vanligt bleiv møtt kl.0700 í Syðrutoftum.

Hesaferð vóru fimm avboð frá teimum, ið hava fastan harudag, og vóru hesir: Niels Gunnar Petersen, Andras Nolsøe, Ragnar Nolsøe, Bergur Bærendsen og Magni Petersen.

Í teirra stað komu Kai Roest fyri Niels Gunnar, Hanus Stórhamar fyri Andras, Kim Roest fyri Ragnar, Tórur Mortensen fyri Bergur B. og Benjamin Petersen fyri pápa sín Magna.

Harafturat var Páll Bráttalíð, við sum skjútti fyri pápan Jens Petur Brattalíð, Petur Stórhamar fyri pápan Bergur Stórhamar og Bárður Dimon fyri verpápan Ásmund Nolsøe. Teir tríggir, Jens Petur, Bergur S. og Ásmund vóru kortini allir við sum klapparir.

Páll Brattalíð var við sum skjútti fyri fyrstu ferð.

Veðurforsøgning til dagin var turt við vindi uppí 10 m/s av landsynningi/sunnan og veðrið var nøkulunda sum spátt, tá møtt var í Syðrutoftum.

Á Skallarók hoyrdist ikki so nógv skot, sum okkurt ári frammanundan, og úrsliti á Skallarók gjørdist 6 harur, sum er miðal:

Syðratoftir-Frostgjógv: Jens Rói 1, Hanus 1, Kristian 1, Páll B. 1, Kai 1 og Petur 1.

Úrsliti av lutakastinum á Frostgjógv bleiv, at Kim trekti nr. 1 og skuldi ganga sunnast, meðan Páll B. trekti nummar 17 og skuldi sostatt ganga norðast.

Farið var av Frostgjógv umleið kl.0915.

Tað gekk long tíð, áðrenn fyrsta skotið hoyrdist aftaná Frostgjógv, og heila tikið, var ikki nógv av haru at síggja millum Frostgjógv og Bøkkin. Vestanfyri Bláfoss vóru nakar harur at síggja, meðan sera fáa harur vóru at sjá restina av teininum.

Á Bøkkinum vóru bert 6 harur fingnar afturat eftir Frostgjógv:

Frostgjógv-Bøkkurin: Páll B. 2, Birgir 1, Kristian 1, Benjamin 1 og Einar 1.

Also vóru bert 12 harur skotnar, áðrenn steðgin á Bøkkinum.

Í steðginum á Bøkkinum blivu tiknar felagsmyndir til heimasíðuna, áðrenn farið var víðari vestureftir.
Tað var framvegis fitt av vindi av suðri, men kortini turt.

Millum Bøkkin og Skarið vóru sera fá skot at hoyra, og fáar harur at síggja.

Vesturi ímóti Nakkin gjørdist heldur tjúkt í mjørka, og av tí sama, var torført at síggja nakrar harur. Vindurin og mjørkin gjørdu óiva sítt til, at so fáa harur vóru fingnar, tá komi var vestur í Skarið.

Tað blivu bert fingnar 3 harur afturat teimum 12 áðrenn Bøkkin:

Bøkkurin-Skarði: Kim 1, Kristian 1 og Birgir 1.

Vesturi á Nakkinum bleiv bert 1 hara skotin í ár og hana fekk Kristian.

Sosatt sá úrslitið út við steðgin í Skarðinum og talið var 15 harur: 

Dagur hálvrunnin: Kristian 3, Páll B. 3, Birgir 2, Kim 1, Kai 1, Jens Rói 1, Einar 1, Benjamin 1, Petur 1, Hanus 1, Vagnur 0, Hallur 0, Tórur 0, Signar 0, Bárður 0, Dion 0 og Mikkjal 0.

Eftir steðgin í Skarðinum fóru menn í hvør sína ætt. Tað vardi ikki leingi, so hoyrdust fyrstu skotini í Rókunum, og næsta tíman var sera tætt ímillum skotini, og nógvar harur at síggja. Lítið er at ivast í, at flestu harurnar hendan dagin blivu skotnar í Rókunum. Rundan um Vatnsdal var eitt sindur minni, av haru at síggja í ár enn undanfarin ár, meðan umkring Svínadalin var nakað tað sama sum tað plagar.

Seinnapartin var veðrið nakað tað sama sum fyrrapartin, tó fullu nakrir fáir regndropar, men einki ið bilaði nakað og lukkutíð helt mjørkin seg umkring Skarið og Nakkin.

Kl.17 vóru flest allir skjúttarnir komin aftur í Syðrutoftir, og í bilhúsinum hjá Solveig var suppa, ið Vígdis Berg og Hansy Skarðheim høvdu gjørt, var bjóða bæði til harumenn og vitjandi. Fitt av vitjandi var komi at fregnast um dagsins úrslit.

Samlaða úrsliti 2011 gjørdist 60 harur, har Kristian fekk 10 og gjørdist harvið harukongur.
Í miðal fingust 3,5 haru pr. skjútta. Eitt fullfíggja yvirlit sæst her.

Alt í alt, ein væleydnaður dagur, og hóast eitt sindur av vindi, so vóru menn sum heild nøgdir við dagin. Flest allir vóru tó samdir um, at vindurin og vindættin vóru høvuðsorsøkin til at bert 60 harur blivu skotnar í ár.

 

Haruballið bleiv hildi 12. novembur í Hándverkahølunum. Ballið í ár var bleiv eitt sindur ørvísi, við tað at haruballið bleiv hildið, saman við sveinagildinum hjá Petur Mortensen, ið er sonur Signar Mortensen. Grundin til tess, var at so nógvir harumenn skuldu í báðar veitslur.

Haruballið/sveinagildi eydnaðist sera væl, hóast at bert 8 av teimum 17 monnunum, ið hava fastan harudag vóru við til ballið.

JRS