Haruskjóting leyg. 5. nov 1994
Frá tí vit fóru úr Syðratoftum og til vit komu á Tempilsklett var av fínasta veðrið og sólin bakaði eina góða løtu og ongin vindur. Tað var eysturætt, hóast hann skuldi koma høgt.
Bert 5 harur vórðu skotnar, tá komið var á Frostgjógv. (Hallur, Magni, Bergur S, Mikkjal og Jens)
Eingin hara varð skotin í Riddalshaga og bert brøðurnir Pauli, Ásmund og Sigmund fingu harur í Húsgarðshaga. Sostatt vóru bert 8 harur skotnar tá komið var vestur til Hvammagjógv.
Í ár varð ikki etið á Bøkkinum, men á Tempilskletti.
Klappjagtin helt fram í Prestfjallshaga. Etið var aftur norðanf. Skarð/Nakkin. Tá vit fóru harfrá aftur vóru 14 harur tils.
Meðán okur sótu, dróg hann innyvir við mjørka og tað bleiv so svart beinavegin at ringt var at síggja nakað.
Á heimvegnum gingu fleiri seg av leið. Tað var bara so tjóðsvart. M.a. helt onkur seg vera við Lítla Vatnsdal, men knappliga sóu teir húsini í Nesi. Onkur annars var komin heilt út í Tjørnunes. Form. og kassam. Leitaðu eftir Gásamanskletti, men tá oman í dalin og høvdu tjørnunes fyri framman. Við hjálp frá Vatninum vendu teir nøsini rætta vegin.
Tað vísti seg at flestu harur á heimvegnum vóru skotnar í Innar Hamrum. Og eingin hara varð skotin í Driddalshaga og er hetta óhoyrt.
30 harur blivu tilsamans.
Tað eru nógv ár síðan tað hevur verið so svart í mjørka og um hesin ikki kom, kundi lættliga 50 harur verið skotnar.
Vinnari og harukongur bleiv Tórur Strøm og fekk hann ferðasteypið og ognarsteyp (haruskjútta). Klapparin fekk gullmedalju. Ásmund, Rólant og Bergur S høvdu 3 harur hvør. Rólant vann lutakasti og gjørdist nr. 2. Bergur gjørdist nr. 3. Teir fingu ognarsteyp og klapparnir fingu ávíkavist silur og bronsumedaljur.
úr gerðabókini