Eitt, ið hevur verið tosað leingi um millum skjúttarnar í klappjaktini var, at keypa ein kastimaskinu til leirdúgvur. Fyrst og fremst fyri at teir ungu og óroyndu skjúttarnar, fáa okkurt at venja við, og fyri at fáa erfaring við at handfara ein byrsu, men eisini til teir eldru sum á henda hátt, kunnu halda formin við líka.
Kastimaskinan blev í januar 2011 keypt frá p/f Jógvan Weihe, og ikki kann sigast annað, enn hon riggar sera væl. Maskinan fyllir ikki nógv og kann fraktast í einum viðførisrúmi.
Tað stendur øllum limum í klappjaktini frítt í boði at lána kastimaskinuna ókeypis.
Leirdúgvur kunnu eisini fáa til keyps frá klappjaktini og her hava vit ásett prísin til 1,50 pr. stk.
P.S. Øll nýsla við kastimaskinuni er við egnari ábyrd.