Tann 27. decembur 2024 fekk Hallur eitt prej frá Eyðfinn Magnussen, um at Andrass Reinert á Eiði hevði eina haru í garaguni og at hann fregnaðist eftir, um nakar var áhugaður í at fáa haruna, at sleppa upp.
Haruna hevði Andrass fanga 1. jóladag í eini holu “fyri Norðan” í hagapartinum Norðurhelvt á Eiði.
Hallur setti seg í samband við Andrass og syrgdi fyri, at haran í eini erskju bleiv send suður við Smyrli morgunin eftur, har Ragnar tók ímóti.
Ragnar og Jens Rói settu blátt klips í høgra oyra, og settu síðan haruna út vesturi í Líðarhaga.
Hon bleiv slept inn í eina holu beint undir Bláskorum. (omanfyri gamla tunnilsmunnan)
Haran var ikki stór, men væl fyri. Hon var lívlig og forvitin. Tað er ikki greitt hvat kyn hon var. Hóast onki stendur í klipsinum, er tað sera eyðkent, tí okur kliptu tað minni fyri at minka um vektina.
Klappjaktin takkar Andrassi fyri ómakin, og sjálvandi bleiv haran navngivin “Risin” eftir kenda staðarnavninum norðanfyri Eiði.