Samandráttur av klappjaktini 1998

Haruskjóting 1998 – 16. nov

14 skjúttar møttust í Syðratoftum. Teir sum ikki vóru við eru Magni, Tróndur, Tórur og Ásmund. Rólant hevur latið dagin til sonin Jens Róa, tó skeyt Rólant fyri Ásmund.

Tá komið var á Frostgjógv vóru 6 harur skotnar, harav Einar 2. So fáar harur gav aftur bílæt av at í ár verða fáar harur.

Niels Gunnar sum nú er formaður koyrdi seðlarnar í húgvuna.

Tað var gott veður í dag og ættin var norðan, soleiðis hevði verið í nakrar dagar. Kavi lá fjallatoppunum og allur Líðarhagi var avdekkaður.

Gongdin í klappijaktini var heilt góð, kanska nakað seint hjá teim niðastu, har var so ringt at ganga.

Nakrir fóru vestur í Nakk, men eingin fekk haru har, Sigmund sum fór niður undir í Skokkunum var nokk einasti, ið fekk haru vesturi í Skarði.

Tað var alt ov nógvur kavi í erva. Á heimvegnum vóru ikki nógvar harur skotnar og sera lítið í Innaru Hamrum.

Tá komið var heimaftur vóru 38 harur, 4 ungar.

Menn vóru nøgdir við dagin. Harukongur Sigmund Nolsøe og vann hann ferðasteypið til ognar.

úr gerðabókini