Klappjaktin í Trongisvági í vanda fyri at detta niðurfyri
Arðir hava keypt tveir av teimum fýra haruhøgunum, ið síðstu meira enn 60 árini hava hýst sokallaðu klappjaktini hjá trongisvágsmonnum
Vandi er nú fyri, at ein yvir 60 ára gomul traditión í Trongisvági er við at detta niðurfyri.
Hetta er tann sokallaða klappjaktin eftir haru, ið trongisvágsmenn hava havt í fýra høgum, ið ganga úr Trongisvági og heilt vestur til tunnilsmunnan fram við markinum til Hvalbiar.
Tá grannastevna var síðst, varð fyri fyrstu ferð øll hesi árini bjóðað ímóti, tá mennirnir úr Trongisvági ætlaðu at keypa tríggjar av teimum fýra høgunum. Endin var, at prísurin gjørdist so mikið høgur, at trongisvágismennirnir bert keyptu ein av teimum trimum hagunum, Húsgarðshaga.
Hinar báðar, Riddalshaga og Líðarhaga, keyptu tveir menn hvør sær. Fjóðri og minsti hagin, hagin hjá Eliesari, teir kalla, plagar vanliga ikki at verða keyptur, tí eigarin sjálvur plagar at vera við í klappjaktini.
At grannastevnan endaði soleiðis, gjørdi sítt til, at ikki ber til hjá trongisvágsmonnum at fara eftir harum á sama hátt, sum teir hava gjørt hini árini, tí teir nú ikki hava tveir samanliggjandi hagar at ráða yvir.
Hetta høvdu trongisvágsmenn als ikki roknað við, ti vanliga plagar sum sagt eingin at bjóða ímóti, og tað hevur mestsum bert verið ein sjarmerandi formalitetur at keypa hagarnar á grannastevnu.
—–
Seytjan mans við klapparum
Tilsaman er teir fýra hagarnir seytjan merkur, og plagar ein maður at vera upp á mørkina. Aftrat sær plagdi so hvør maður at hava ein drong við sum ”klappara”, hvørs uppgáva var at klappa harurnar fram. Síðstu árini hava dreingirnir tó bert verið við sum berarar, tí ikki hevur verið hildið, at so skilagott er at klappa men heldur at fara friðarliga fram.
Byrjað hevur vanliga verið í haganum hjá Eliesari og so hevur leiðin ligið gjøgnum allar fýra hagarnar heilt vestur á Nakk, og síðan hevur verið gingið aftur sama veg.
Tann, ið flest harur hevur fingið, hevur á hvørjum ári verið útnevndur harukongur.
Men nú sær út til, at hesin siður stórt sæð dettur niðufyri. Hvussu trongisvágsmenn nú fara at bera seg at, tá harutíðin verður aftur við mánaðarbyrjan í novembur, er ikki greitt, men í hvussu er hava teir tveir av høgunum framvegis, so heilt eingin klappjakt verur tað neyvan.
hj.