Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klappjakt.com/public_html/wp-content/plugins/essential-grid/includes/item-skin.class.php on line 1145

Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klappjakt.com/public_html/wp-content/plugins/revslider/includes/operations.class.php on line 2364
Bigfoot úr Sumba – Klappjaktin í Trongisvági

Bigfoot úr Sumba

Tann 30. decembur 2013 bleiv Birgir uppringdur av Sólfinn Kjærbo úr Sumba, sum fortaldi, at han og Bjarni hevði fanga eina livandi haru omanfyri Lopra og um okur í klappjaktini hevði áhuga í at fáa hana at sleppa upp. Sólfinn er sjálvur íðin harumaður og hevur sjálvur innflutt fleiri harur til Sumbiar norðanífrá.

Okur søgdu sjálvandi ja takk, og seinni um kvøldið kom Bjarni norður við henni.

Haran, sum okur fingu til at verða av kallkyni, var bæði stór og aggresiv. Haran hevði óvanliga stórar bakbeinspotur og tí var sera nærliggandi at geva henni navnið “Bigfoot”. Bigfoot fekk eitt gult klips við bókstavinum BSR sett í høgra oyra. Síðan fóru Birgir, Hanus og Jens Rói í myrkrinum niðan í Húsgarðshaga, niðanfrá rættini, og settu Bigfoot inn í eina holu.

Myndirnar niðanfyri eru frá tá Bigfoot bleiv sleptur leysur.

 

1  2  3  4  5  6

Bigfoot fekk ikki langa tíð at blanda síni harugen saman við teimum lokalu Trongisvágsharunum, tí 10 mánaðar seinni umleið kl.10 tann 5.novembur 2014 undir klappjaktini gekk Gunnar Petersen seg fram á sunnanharuna, sum endaði í fetlinum.

Bigfoot hevur uttan iva trivist væl í umráðnum, tí staðið hann endaði sínar dagar var bert knappar 300 m frá har, ið hann bleiv settur út.

bigfoot