Hanus hugleiðir um jaktina 2007

Klappjaktin 2007 – 73 harur

Góða harubók. Tá je skjeyt fyrstu ferð í 2005, spurdi pappa um je kundi skriva dagbókina, tí hann helt, at stuttligt hevði verið, at hoyrt søguna frá einum, sum skjeyt fyrstu ferð. Hetta bleiv ikki gjørt, men havi je í ár skriva mína uppliving av klappjaktini 2007.

Tað er ótrúlig, at tað aftur í ár skuldi passa seg so, at je skuldi á skúla í Sønderborg, nú haruskjótingin er. Kristian bjargaði mær støðuni og bjóðaði mær at koma heima at skjóta. Eg hugsaði, at bara je ikki komi í somu støðu, sum Jens Rói, tá hann hekk í luftini, meðan skotið bleiv. Nei, hetta fer nokk ikki at henda. Men, men, tað sum ongin trúði og slett ikki je, var at Smyril fekk maskinskaða og hetta frætti je, tá je var komin í Vágar. Fimm arðir sótu eisini veðurfastir í Havn. Tíbetur sigldi Smyril aftur um kvøldið.

Veðrið skuldi verða av tí besta, tí sjálvdan hevur Petur Skeel lovað so gott veður. Hann lovar eitt lot av útnyrðingi og út á dagin í útsynning. Tað verður bæði turt og sólglottar. Hitin 8-11 stig.

OKur møttu kl.7. Tann fyrsta tíman regnaði. Tá komið var á Frostgjógv vóru 6 harur komnar. Tosað bleiv um at fara heimaftur. Eftir at bíða í hálvan tíma varð avgjørt at royna aftur. Hovsa. Nú manglaði nummrini. Problemið var loyst við at skera ein patrónpakka upp og skrivað nýggj nummur.

Je fekk nr. 3 og var tað ikki so galið. Pappa hevur altíð sagt, at tað er besta plássi. Tá komi varð á Bøkkin vóru 14 harur og Vesturi í Skarð 24. Jens Rói hevði 5, je og Einar 3 og Kristian bert 1. Lítil áhugi var at fara vestur á Nakk. 

Teir flestu vendu heimaftur beinanvegin. Tað er akkurát sum um økið í Buðunu er ein magnetur og dregur allar avstað. Tað ræður um at verða fyrstur. Og guð formbarmi sje, tað vóru eini skot. Men næstan ongin hara. So har bummaðu nógvir. Je gekk nakað ovarlaga, tí je hevði ringa kondi og legði leiðina í móti Tempilskletti. Men tað er nokk ikki mín dagur. Tá je skuldi skjóta eftir tí næst síðsti, traff je hana í bakbeini, men hon rann víðari og je at renna. Tá fór je eftir gronini, so munnur og nøs fyltust við mold og grasi. Haran – hon slapp og je fann hana ikki aftur.

Á miðdegi var nokk so fitt av mjørka og aftur seinnapartin regnaði. So veðurmennirnir høvdu ikki rætt.

Heimkomin hevði je skotið 7 harur, og var nú øgiliga spentur. Je roknaði við, at Einar hevði fleiri og at hann og Jens Rói vórðu helst millum vinnarnar. Kristian var enn ikki komin.

Tað vísti seg, at Einar fekk mest og Kristian yvirhálaði meg við einari haru. Tað unni je honum, tí tað var hann sum fekk meg heim. Men nú skal hann til at passa upp á, tí je nærkist. Av tí ungin hjá Magna ikki taldi við bleiv hann nr. 4. Allir gleddist um, at okur høvdu skotið so nógvar harur, so burtur sæð frá veðrinum var dagurin heilt góður.

Tá tykur lesa dagbókina, siti je aftur á skúlabonki í Sønderborg. Tillukku til harukongin. Og takk til klappararnar Bárð Hentze og Jonhard og til allar hinar fyri góða veiðu og gott haruball.

heilsan Hanus 

úr gerðabókini