Steinurin hjá ommu
Lag: omma mín
Omma mín sum var av Sandi
hon átti vakran trappustein,
tað segðist hon var stinn í gandi,
tó ikki gjørdi nøkrum mein,
je ognaði mer steinin,
fekk suður frakta hann,
so hann í mínum túni
til prýði verða kann.
Tá steinurin var suður komin,
je fann eitt pláss at goyma hann.
At hjálpa vóru fleiri boðin,
men nú je ikki steinin fann.
Man omman hatta rossið,
nú hava brúkt sín gand
og uttan stóra knossið,
flutt steinin heim á Sand.
Í túni standi je so nipin,
hvat hundin skal je gera nú,
og tú sum hevur tikið gripin,
je sigi bara, stakkals tú.
Je einaferð teg finnið,
tú rósar ei av ferð,
tær ongatíð úr minnið,
skal fara hendan gerð.
Men so je frætti, bilur stórur,
var sæddur mínum húsum nær.
Heilt víst, teir søgdu, tað var Tórður,
nú skjótt á gátu fái svar.
Je setti meg í bilin,
í Timburhandil fór,
á kajuni við hylin,
je helt meg síggja Tórð.
Je hevði skjótt á honum fatur,
hvat koyrdi tú mín trappurstein?
Øhh, meinar tú ein stórur flatur,
ein ógvuliga vakur ein?
Ja sig mær nú hvat hann er,
tí annars meldi je,
ja Tórður tú má svara,
og ger tað beinanveg.
Hoyr Bjarki, tú nú mær má trúgva,
ja hettar er so satt og vist,
je ikki fyri tær skal lúgva,
je koyrdi fyri politist.
Hann vísti mær á steinin,
je havi stóran bil,
koyr steinin stutta teinin,
til mín í Brekkugil.
Mín sann, í Brekkugilið stóð hann,
djúpt gravaður í góða mold,
je gleddist tá je aftur fann hann,
tað var sum fekk je gásahold.
Je steinin havi funnið,
sum omman hevur trátt,
sum barn á honum runnið,
nú skal hann liggja gott.
Í túninum hjá mær nú liggur,
ein durahella søgulig,
um gjølla tú at henni hyggur,
so síggjast merkir øðilig,
av ketum og av reimum,
sum hon hin dagin fekk,
av trapputjóðum tveimum,
tann dagin hon bleiv vekk.
Umborð á Prince 10/10-19