Holumenn 2021

Holumenn
Lag: Ritukvæði

Klappijaktin er nú gingin, sita tí í veitslulag.
Her ein lítil samandráttur, um ein góðan harudag.

Hallur hann er klókur maður, niðurstøðan verða má.
Ikki bara skil á veðri, tað í ár hvør maður sá.

Einaferð var gongumaður, men nú tyngjast honum spor.
Bulur tungur, mjadnar veikar, eftir er bert gall og gor.

Aftur í ár hann royndi, kongin treyðugt leggja vil.
Møtti, men kom ei til gongu, nú hann hevði leiga bil.

Tutlan nú í mannamúgvu, sert tú hvønn hann hevur við.
Nú teir síggja tað, at Hallur í taktikki er geni.

Uppá Skallarók sje togar, kanska fyri síðstu ferð.
Tá á Frostgjógv okur møttust, eingin hara skotin er.

Væl hann visti, Poul og Dánjal, hava báðir frammúr skot.
Takið byrsu og patrónur, knappar so sítt tjúkka kot.

Situr hann á Tempulskletti, bíðar sínum monnum har.
Planurin ser út at rigga, harur seks nú Dánjal bar.

Nú hann hevur góðar vónir, kanska eydnast hesaferð.
Men tá liðugt var at telja, aftur hann ov stuttur er.

Hallur eigur nógvar vinir, og hann tosar nógv við fólk.
Nú ein dagin fretti Hallur, um ein haru facebook bólk.

Teir í hesum harubólki, ofta ganga fjøllum í.
Nógvar haruholur gera, ganga onga tó forbí.

Harumaður nú sást krúpa, spakuliga til eitt hol.
Helt tað vera gamlan Hvalbing, farin var at høggja kol.

Nú veit Hallur hvat her hendir, hann við egnum eygum sá.
Hví teir holumenn í felag, altíð nógvar harur fá.

Tveir av okra royndu monnum, sluppu ikki við í ár.
Báðir máttu bøta fyri tað, teir gjørdu síðsta vár.

Teir í føstu slógu tunnu, sum jú gamal siður er.
Fóru heim og søgdu konum, KATTAKONGURIN er her.

Dagar gingu, vikur fóru, misstanka nú konur fá.
So til lækna báðir fóru, greiði fingu hesum á.

Tíðindini nú monnum bóru, og á varrum høvdu smíl.
Bleikir menn á gólvi stóðu, sig at hetta er APRÍL.

Gleðin skjótt til stúran vendi, álmanakkan hugdu í.
Fleiri ferð varð talt til nýggju, hetta er í harutíð.

Bannað verið handan tunnan, køtturin í henni hekk.
Nú teir sita innistongdir, keyptu báðir katt í sekk.

HíH