Til Trongisvágs Ungmannafelag í 1919
Har Atlantsbylgjan við veldi brýtur
høgt móti norð tú ein oyflokk lítur.
Har sólin skínur á grønan vøll,
á brattar líðir og hægstu fjøll.
Har áir oman eftir fjalli renna,
Vit Føroya synir tað landið kenna.
So leingi heitt, ið várt hjarta slær,
eg elski Føroyar – mín móðir kær.
Í forðum føringar fríir vóru,
og høgt sum frímenn teir høvdið bóru.
Men fremmand hond tá um róðrið treiv
og út av føringa hond tað reiv.
– Hitt gamla, herðaða frímannaliðið
í kolsvart myrkur varð niður drigið.
Brátt aftur lýsa skal yvir land
og aftur føringar birta brand.
Nú Føroya ungdómur upp til virki,
nú tíð er komin at royna styrki,
lat okum loysa tað trælaband
og byggja up okra føðiland.
Lat kennast, Trongisvágs ungmannaliðið
skal vinna framá í hørðum stríði.
Til dyst vit stevna for Føroya væl,
várt herróp “samanhald” verða skal.
Hans Hendrik Strøm