Hálvgum tólv
Lag: Du skal få min gamle kone
Okur fara nú at syngja um teir menn
okur fara nú at syngja um teir menn
hetta stóra veiðiliði
hevði nógvar fetlar við
okur fara nú at syngja um teir menn
Teir dugdu væl at telja uppí eitt
teir dugdu væl at telja uppí eitt
harur Magni altíð fangar
hevur armarnar so langar
ja, teir dugdu væl at telja upp í eitt
Teir dugdu eisini at telja uppí trý
teir dugdu eisini at telja uppí trý
Benjamin er sera stinnur
og hann nógvar holur finnur
dugdu eisini at telja uppí trý
Tað gekk okey at telja uppí sjey
tað gekk okey at telja uppí sjey
Gunnar raskur er at bera
Og so skerpikjøt at skera
tað gekk okey at telja uppí sjey
At telja meir enn tíggju var ei lætt
at telja meir enn tíggju var ei lætt
Eyðun sera sera knáur
raskur drongur er sum fáur
at telja meir enn tíggju var ei lætt
Teir kendu ikki mun á eitt og tvey
teir kendu ikki mun á eitt og tvey
vóru fyrstu menn í Bugar
har teir sóu nógvar gráar
nei, teir kendu ikki mun á eitt og tvey
Tað torført var at telja uppí tólv
tað torført var at telja uppí tólv
funnu vakurt haruhús
og tá Magni heilt konfús
tað so torført var at telja uppí tólv
Teir royndu allir at telja uppí tólv
teir royndu allir at telja uppí tólv
Magni fram at rommum lá
og hann eina inni sá
royndu allir teir at telja uppí tólv
Teir dugdu illa at telja uppí tólv
teir dugdu illa at telja uppí tólv
Magni haru inni sær
og við eitt so vóru tvær
teir dugdu illa at telja uppí tólv
Tað bar ei til at telja uppí tólv
tað bar ei til at telja uppí tólv
fetil fullur var av harum
tá ið komi var á Hválin
nei, tað bar ei til at telja uppí tólv
Teir máttu biðja Andras telja upp
teir máttu biðja Andras telja upp
jú mín sann har var ein hara
og teir fram um JR fara
ja, teir máttu biðja Andars telja upp
Kongur Magni Petersen hann blivin er
kongur Magni Petersen hann blivin er
hevur stóra steypin vunnið
og tólv-talið hevur funnið
kongur Magni Petersen hann blivin er
Teir dugdu ikki at telja uppí tólv
teir dugdu ikki at telja uppí tólv
men tað bilti ikki petti
tá ið Magni steypin lyfti
teir dugdu ikki at telja uppí tólv
Pythagoras