Lag: Rumbuldós
Á føtur maður snimma fer,
nú harudagur komin er.
Í húgvu og ein grønan vest,
nú ætlar hann at blíva best.
HEY: far tú yvir til hasa holuna,
tendra so telefonina,
kanska hon enn man LULLA, lulla.
Sje togar upp á Skallarók,
har sína fyrru haru tók.
Man hettar blíva dagur tann,
hann fyrsta byrsumannin vann.
Hjá honum sama skil er enn,
gekk millum góðar veiðumenn.
Teir skutu alt sum rørdi sje,
onki kom á hansar veg.
Sá hann túgvu ella stein,
so sendi hann ein leigusvein.
Við haka og við lummalygt,
nú gerið tykur tygra plikt.
Jens Rói sá ein skjótan mann,
øll jørðin skalv tá ið hann rann.
So haran vendi honum frá,
og hjá Jens Róa skjótt hon lá.
Jens Rói hevði skotið sjey,
tá gamli dregur nummar tvey.
Úr byrsu onki ljóð kom frá,
nógv betur, at hon heima lá.
Áðrenn alt her blívur reyp,
nú kongurin fær handað steyp.
Men hevði gamli brúkt sítt blýggj,
So var um steypin blivið kríggj.