Fyri nøkrum árum síðan fóru nakrir mans, ið hoyra til klappjaktina, undir at gera holur til harur, sonevnd harusetur, har jakstra verður.
Harusetrini eru til frama fyri harunar, ið nýta tey at fjala seg í fyri rovfuglum og til ból, tá veðrið er vánaligt. Hara trívist best í umráðum við nógvum goymistøðum, tild. holur og steinar.
Eisini verður sagt, at um veðrið er váttlig, tá harurnar leggur sínar ungar, so leitar hon sær innar í holurnar. Tá er veðrið gott, leggur haran ungarnar úti millum steinar og grót.
Hvussu ein ger hesi harusetrini er sera ymiskt, alt eftir hvør tad er sum ger setrini, og hvussu nógva orku mann brúkar uppá hvørt einstakt setur. Tað er eingin endalig uppskrift uppá hvat er best. Tað einasta mann eigur hava í huga er, at støddin skal vera passalig. Haran skal sjálvandi kunna passa inn, so sjálv holan skal ikki vera for stór ella ov lítil.
Niðanfyri er ein myndarøð, ið vísir ein máta at gera eitt harusetur uppá. Ein havaspaði er einasta amboð, ið er brúkt til at gera harusetri. Alt tilfarið, steinar og bøkkar, er funnið á staðnum. Inngongdin er ca. 20 x 20 cm.
2 ár seinni síggjast gleðiligu myndirnar, ið prógva at setri omanfyri er í brúk.
Higartil eru yvir 175 harusetur gjørd í Líðarhaga, Húsgarðshaga, Riddalshaga og eisini nøkur í Tvørhaga innara parti.