Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klappjakt.com/public_html/wp-content/plugins/essential-grid/includes/item-skin.class.php on line 1145

Warning: "continue" targeting switch is equivalent to "break". Did you mean to use "continue 2"? in /var/www/klappjakt.com/public_html/wp-content/plugins/revslider/includes/operations.class.php on line 2364
Samandráttur av klappjaktini 1995 – Klappjaktin í Trongisvági

Samandráttur av klappjaktini 1995

Haruskjóting 1995 –  3. nov. 

Allir 17 mans møttu. Jens Lisberg hevur lagt byrsuna frá sær og slapp Dion tí at skjóta fyri fyrstu ferð. Boðað var annars dagin fyri, men avlýst um morgunin, tí ov nógvur vindur var.

Í dag var veðrið gott, nakað grátt vesturi á Nakki, og eitt æl kom áðrenn fari varð av stað. Men hildið var, at tað fór helst at slíta í, og so var.

Tað bleiv gingið alt ov skjótt niðan á Skallarók, menn vóru pøstir. 9 harur vóru skotnar tá komið var til Frostgjógv, harav høvdu Hallur og Trónd 2 í part. 

Tá komið varð á Bøkkin vóru 15 harur skotnar. Her møttist harumennirnir og fingu sær at eta. Tá komið varð á Tempilsklett vóru 17 skotnar, og blevi aftur etið.

Nú varð farið norður um fjallið og gingið ígjøgnum Rókhaga vestur ímóti.

Her var klappijaktin liðug, og menn settist at eta. Nakrir fóru beinavegin heimaftur. 4 fóru í Prestfjall og fingu 4 harur. Tær flestu harurnar vórðu skotnar í Rókhaganum. Dagurin gekk gott, burtursæð frá, at elsti skjúttin skeyt alt ov nær næsta manni sínum.

Veðrið helt sær annars allan dagin. Tá allir vóru komnir aftur í Syðratoftir, vísti tað seg at 54 harur vóru tilsamans, men ein varð koyrd burtur.

Sigmund, sum í ár hevur skotið í 30 ár fekk handað eitt koparskjøldur við áskriftini “30 ár sum skjútti í klappjaktini 65/95”

Sigmund Nolsøe fekk 6 harur og harvið flestar. Hann gjørdist sostatt harukongur. Hann fekk ferða steypið og ein gullharuskjútta. Teir sum fingu 5 vóru Hallur, Tróndur, Magni og Kristian. Við lutakasti bleiv Magni nr. 2, fekk steyp og klapparin silvur medalju. Tróndur bleiv nr. 3, fekk steyp og klapparnir fingu bronsumedaljur.

úr gerðabókini