Harukongurin kvøður 2015

Harukongurin kvøður (lag: Sára)

Í Trongisvági einaferð var skil og ordan í.
Teir argaðu og skemtaðu, tað var ein onnur tíð.
Og hann sum gjørdi okkurt býtt, var vísur til ein tátt.
Men ongantíð í ósemju, teir tóku á seg nátt.

Men soleiðis er skilið tíðan verri ikki nú.
Um skeivt tú hyggur, viðgjørdur á facebook verður tú.
So tú sum liva lívið vil, í friði og sátt.
Far ikki út, men halt teg innan fyri tína gátt.

Tó nakrir eru eftir, av tí góða gamla slag.
Teir sita her í Neystinum í góðum veitslulag.
Um tíðum verður stungið meint, so taka teir tað pent.
Og syngja, skemta víðari, at øllum sum er hent.

Saman hava okur havt ein góðan harudag.
Sum fáur skilir formaðurin alt um veðurlag.
Hann stendur móti, líkimikið hvussu verður trýst.
Til haruskjóting boðar tá ið rætta løtan býðst.

Á sløttum haga KOMMISERUR gjørdi rimmar hál.
Men tá hann kom í Skarið upp, varð dømdur fyri drál.
Og Kristian var í øðini, tí tíðin undan gekk.
Nú hálvgum eitt og HAVNAFÚTIN hevur tóman sekk.

Tá leiðin út í Bugarnar, hjá øllum monnum gekk.
Var formaður, við fylgisveinum sínum, longu vekk.
Í dag á bóli ætlar sær, at taka alt og øll.
Sum harukongur ætlar hann at trína inn í høll.

Hann setti seg í Skarðinum, át skerpikjøt og drýl.
Og sendi KIMMIN oman har, ið arðir fiska síl.
Har small eitt skot á Botnsskarið, tann fyrsta haran lá.
Taktikkurin hann eyðnaðist, nú blankan steypin sá.

Men heldur ikki hesaferð var eydnan honum við.
Og fyri facebook happing vónar hann at fáa frið.
Við næstan tómum posa, heim í Syðrutoftir gekk.
Hann roynir aftur næsta ár, við vón um fullan sekk.

Í túninum í Syðrutoftum, heilsar standimynd.
Og minnist at í summar, tað í henni var so synd.
Í síðum grasi vassar hon, var ikki meir enn hálv.
Men næsta summar seta teir hjá henni lítlan kálv.

07/11-15